Monday, December 31, 2012

The Hobbit: An Unexpected Journey (2012)


Leikstjóri
Peter Jackson
Leikstjórin Peter Jackson er farin aftur til filmsrøðina, sum gjørdi hann heimskendan: “Lord of the Rings”. Hann er nú í holt við byggja hana út við at gera bókina “The Hobbit”, sum J. R. R. Tolkien skrivaði áðrenn “Lord of the Rings”, til film. Ætlanin er at gera hana til tríggjar filmar og nú er tann fyrsti komin út: “The Hobbit: An Unexpected Journey”.

Monday, December 17, 2012

The Intouchables (2012)



Leikstjórar
Olivier Nakache
Éric Toledano
Tá eg fór í biografin at hyggja eftir “Argo”, sá eg nakrar lýsingar fyri franska filminum “The Intouchables” í gongdini. Áðrenn filmurin “Argo” byrjaði, varð treylarin fyri filmin eisini vístur og tá helt eg, at hann sá góður út. Eg visti ikki, um eg fór at dáma hann ella ikki, men orsakað av treylaranum, lýsingunum og teimum góðu ummælunum, valdi eg at geva honum ein kjans.

Tuesday, December 11, 2012

Argo (2012)


Leikstjóri
Ben Affleck
“Argo” er tann nýggjasti filmurin, sum er leikstjórnaður av Ben Affleck. Hann er gjørdur eftir eini sannari søgu um eina sera óvanliga ætlan hjá CIA.

Wednesday, October 17, 2012

Taken 2 (2012)


Leikstjóri
Olivier Megaton
Actionfilmurin “Taken”, sum kom út í 2008, gjørdi Liam Neeson til ein væl umtóktan actionsjónleikara. Mær dámdi hann eisini sera væl. Tað var ein sera góður, spennandi og undirhaldandi actionfilmur. Nú er tvey’arin komin út.

Saturday, October 6, 2012

Taken (2008)


Leikstjóri
Pierre Morel
“Taken” er ein sera væl umtóktur actionfilmur, sum kom út í 2008. Hann gjørdist ein stór succes, tá hann kom út, og nógv tosa um hann í dag. Hann prógvaði eisini, at Liam Neeson kundi vera ein sannførandi actionhetja – hann hevði ikki spælt í nógvum actionfilmum frammanundan.

Monday, October 1, 2012

Ted (2012)


Leikstjóri
Seth MacFarlane
Tey flestu kenna sjónvarpsrøðina “Family Guy”. Um man so dámar hana ella ikki, so hevur hon samanumtikið verið ein stór succes. Skaparin av sjónvarpsrøðini, Seth MacFarlane, er í hvussu er vorðin sera kendur, orsakað av henni. Nú hevur hann skrivað og leikstjórnað sín fyrsta skemtifilm, "Ted".

Wednesday, September 26, 2012

The Expendables 2 (2012)


Leikstjóri
Simon West
Eg eri ikki ein stórur fjeppari av eittaranum. Mær dámdi hann, men eg helt hann ikki vera fantastiskan á nakran máta – eg helt, at hann var bert hampuligur. Tann størsti trupulleikin við honum var, at hann var sera ójavnur – tann fyrra helvtin var keðilig og tann seinna var undirhaldandi. Men eg hevði hoyrt góð ting um tvey’arin og eftir treylarunum at døma, sá hann út til at vera betri og meira undirhaldandi enn eittarin. So ja, eg var faktiskt spentur til at síggja hann. 

Wednesday, September 19, 2012

The Pirates! Band of Misfits (2012)

Leikstjórar
Peter Lord
Jeff Newitt
“The Pirates! Band of Misfits” er tann nýggjasti teknifilmurin hjá Aardman Animations. Tað er eitt bretskt studio, sum ger teknifilmar við “stop motion”-animatión. Teir eru kendir fyri at hava gjørt m.a. “Wallace and Gromit”, “Chicken Run” og “Shaun the Sheep”. Eg eri sjálvur ein fjeppari av teimum. Eins og Pixar, so gera teir filmar, sum eru stuttligir og undirhaldandi fyri bæði børn og vaksin.

Saturday, August 18, 2012

Wanderlust (2012)

Leikstjóri
David Wain
“Wanderlust” er um eitt par, George (Paul Rudd) og Linda (Jennifer Aniston). Tey búgva í New York og eru troytt av teirra lívi. Ein dagin verður teirra fíggjarliga støða so ring, at tey fara á húsagang. George verður uppsagdur og Linda er arbeiðsleys, so tey noyðast at koyra til ein annan bý fyri at flyta inn hjá beiggjanum hjá George. Á vegnum yvirnátta tey í eini lítlari bygd, sum eitur Elysium. Tað er eitt hippie-samfelag, har fólkini liva júst, sum tey ynskja, elska hvønn annan og eru fullkomiliga avslappaði. George og Linda hava í byrjanini trupult við at venja seg við teirra lívsstíl, men byrjar síðan at dáma tað. Tey gera tí av at flyta inn í bygdina, fyri at sleppa burtur frá teirra gamla lívi.

Monday, August 13, 2012

Memento (2000)

Leikstjóri
Christopher Nolan
Christopher Nolan er ein av heimsins kendastu leikstjórum. Hann hevur gjørt m.a. “The Dark Knight”, “Inception” og “The Dark Knight Rises” – tað er serliga Batman-filmarnir, sum hava gjørt hann kendan. Men hann hevur eisini gjørt nakrir kendir filmar, sum komu út, áðrenn hann byrjaði sína Batman-filmsrøð. Ein teirra er “Memento”, sum kom út í 2000. 

Thursday, July 12, 2012

Ice Age: Continental Drift (2012)

Leikstjórar
Steve Martino
Mike Thurmeier
Nú er tann fjórði filmurin í “Ice Age”-røðini komin út. Eg havi altíð dámað væl eittarin. Tað er ein sera stuttligur og sjarmerandi teknifilmur, sum er góður fyrbæði børn og vaksin. Hann hevði m.a. eina góða søgu, stuttligt skemt, minniligir persónar og sjálvandi íkornið Scrat. Men mær dámdi ikki sera væl tvey’arin og trýarin. Tvey’arin var okey, men eitt sindur gloymandi, og trýarin var sera skuffandi. Orsakað av tí, so gleddi eg meg ikki nógv til fýrarin. Eg væntaði bara ikki nógv av honum.

Wednesday, July 4, 2012

Bolt (2008)

Leikstjórar
Chris Williams
Byron Howard
"Bolt" er ein Disney-teknifilmur, sum kom út í 2008. Eg havi altíð dámað væl Disney, so eg var forvitin eftir at síggja hendan filmin. Hann hevði í hvussu er eitt áhugavert hugskot til eina søgu.

Tuesday, June 19, 2012

Men in Black 3 (2012)

Leikstjóri
Barry Sonnenfeld
Will Smith er ein sjónleikari, sum mær dámar sera væl. Hann hevur spælt í nógvum góðum filmum, og eg havi altíð dámað hansara gomlu sjónvarpsrøð, "The Fresh Prince of Bel Air". Fyrr plagdi hann at geva út filmar hvørt ár, men nú hevur hann verið burtur í 4 ár - hansara seinasti filmur var "Seven Pounds" frá 2008. Nú er hann endiliga komin aftur og hansara nýggi filmur er "Men in Black 3".

Friday, June 15, 2012

Moneyball (2011)

Leikstjóri
Bennett Miller
Baseball er ein ítróttargrein, sum vit ikki hava í Føroyum. So at gera ein film um baseball er ikki ein tryggjað succes. Tað kann gott enda sum ein filmur, sum bert baseball-fjepparar fara at dáma, og tískil ikki ein filmur, sum øll tíma at hyggja eftir. "Moneyball" er so ein filmur frá 2011 um, hvussu eitt baseball-lið í Amerika varð umbroytt. Tað er ikki lætt at gera áhugavert fyri tey, sum ikki eru áhugað í baseball.

Wednesday, May 30, 2012

The Last Airbender (2010)

Instruktørur
M. Night Shyamalan
"The Last Airbender" er gjørdur eftir einari teknifilms-seriu, sum eitur "Avatar: The Last Airbender", men eg havi ongantíð sæð hana, so eg fari ikki at samanbera filmin við hana. Men eg má tíverri viðganga, at hesin filmurin er ikki sera góður.

The Big Lebowski (1998)

Leikstjóri
Joel Coen
"The Big Lebowski" er ein skemtifilmur frá 1998, sum er gjørdur av Joel og Ethan Coen; vanligt kallaðir Coen-beiggjarnir. Teir hava gjørt nógvir kendir filmar, bæði skemtiligir og dramatiskir, sum t.d. "Raising Arizona", "No Country For Old Men" og "True Grit". Hetta er so ein av teirra kendastu filmum. Tá ið hann kom út, var hann ikki ein succes í biografunum, men í dag er hann sera væl umtóktur.

Wednesday, May 16, 2012

Abduction (2011)

Leikstjóri
John Singleton
Eg má fyrst og fremst viðganga, at eg havi ongantíð sæð "Twilight"-filmarnir. Eg helt bara ongantíð, at teir sóu góðir ella áhugaverdir út. Orsakað av hesum, so kendi eg ikki væl høvuðsleikaran í "Abduction", Taylor Lautner - hann er kendur fyri at spæla Jacob Black í "Twilight"-filmunum. Eg visti, hvør hann var, men eg hevði ongantíð sæð hann spælt í einum filmi. Eg helt ikki, at hann sá út til at vera ein góður sjónleikari, men eg gjørdi av at geva honum ein kjans. 

Thursday, May 10, 2012

Battleship (2012)

Leikstjóri
Peter Berg
Summir filmar eru bert ætlaðir at vera meiningsleyst undirhald. Eg kann gott dáma slíkar filmar, tí teir eru onkuntíð stuttligir at hyggja eftir. Eitt gott dømi er tann fyrsti "Transformers"-filmurin. Søgan er býtt og persónarnir eru ikki djúpir, men filmurin er kortini undirhaldandi. Hann er bara býtt, meiningsleyst undirhald. Eg væntaði so, at "Battleship" fór at vera tað sama. Ein býttur, meiningsleysur, men tó undirhaldandi actionfilmur - hvat skal man annars vænta, tá hann er gjørdur eftir einum borðspæli? Treylarin fekk hann enntá til at síggja út sum ein kopi av "Transformers".

Wednesday, May 2, 2012

The Avengers (2012)

Leikstjóri
Joss Whedon
Eg havi sagt fyrr, at mær dámar sera væl superhetjufilmar. Tá ið teir eru væl gjørdir, so eru teir sera undirhaldandi og fangandi. Eg var tískil spentur til at síggja hendan filmin. Mær dámdi sera væl hugskotið um, at hava m.a. Iron Man, Thor, Captain America og The Hulk í sama filmi. Men tað er torført at syrgja fyri, at eitt sovorðið ambitiøst projekt ikki skuffar. Eg havi sæð filmar, sum ikki liva upp til teirra potentiali, men tíbetur er “The Avengers” ein undantøka. Hesin filmurin livir upp til sítt potentiali og er, eftir mínari meining, tann besti Marvel-superhetjufilmurin higartil. Ein av teimum bestu filmunum, sum eg havi sæð í ár.

Thursday, April 12, 2012

The Hunger Games (2012)

Leikstjóri
Gary Ross
Hvat hava “Harry Potter”- og “Twilight”-filmarnir til felags? Teir eru allir gjørdir eftir eini røð av bókum, ið hava selt serstakliga væl. Av tí at filmarnir eydnaðust væl í biografunum, so gjørdust teir heimskendar filmsrøðir, sum altíð vunnu nógvir pengar í biografunum. Men nú er “Harry Potter” liðugt og “Twilight” nærkast endanum. So nú hava vit fingið ein film, sum eftir ætlanini skal byrja eina nýggja filmsrøð. Hesin filmurin eitur “The Hunger Games” og eins og við "Harry Potter" og "Twilight", so er hann ein filmatisering av eini væl umtóktari bók við sama heitinum. 

Friday, March 30, 2012

John Carter (2012)

Leikstjóri
Andrew Stanton
"John Carter" var ein filmur, har eg als ikki visti, um hann fór at vera góður ella vánaligur. Meiningarnar hjá ummælarum vóru sera blandaðar og marknaðarføringin fyri filmin var vánalig. Treylararnir vóru óinteressantir og plakatirnar vóru keðiligar. Eg var tó áhugaður í at síggja hann, m.a. av tí at mær dámdi væl hugskotið til søguna og mær dámar væl góðir "science fiction"-filmar.

Tuesday, March 20, 2012

Legend of the Guardians: The Owls of Ga'Hoole (2010)

Leikstjóri
Zack Snyder
Mær dámar sera væl teknifilmar. Teir skuffa sjáldan og tey seinastu árini hava vit fingið nógvir sera góðir filmar, sum t.d. "Up", "Toy Story 3" og "Despicable Me". Men hvussu so við hesum filminum? Hetta er ein teknifilmur, sum kom út í 2010, men varð skjótt yvirsæddur. Tað sær ikki út til, at nógv tosa um hann í dag. Hann hevur tað langa heitið "Legend of the Guardians: The Owls of Ga'Hoole" og leikstjórin er Zack Snyder; tann sami maðurin, sum gjørdi m.a. "300" og "Watchmen". Tað er áhugavert, at hann fór frá slíkum ógvusligum actionfilmum til ein teknifilm.

Thursday, March 15, 2012

The Descendants (2011)

Leikstjóri
Alexander Payne
Í 2004 kom ein filmur út, sum æt "Sideways". Leikstjórin var Alexander Payne og filmurin var sera góður og rørandi. Nú er hann endiliga komin aftur við sínum nýggjasta filmi, "The Descendants". Hann gjørdist sera væl umtóktur og vann ein Oscar fyri besta manuskript.

Friday, March 9, 2012

The Expendables (2010)

Leikstjóri
Sylvester Stallone
Sylvester Stallone, Jason Statham, Dolph Lundgren, Bruce Willis, Arnold Schwarzenegger... hvat hava hesir sjónleikararnir til felags? Teir eru heimskendar actionhetjur! Teir eru kendir fyri at hava havt høvuðsleiklutin í kendum, væl umtóktum actionfilmum, sum t.d. "Rambo", "Die Hard" og "The Terminator". Nú hevur Sylvester Stallone savnað hesir sjónleikararnir og koyrt teir í tann sama actionfilmin: "The Expendables". Hann hevur sjálvur leikstjórnað filmin og verið við til at skriva manuskriptið.

Saturday, March 3, 2012

War Horse (2011)

Leikstjóri
Steven Spielberg
"War Horse" var ein av teimum filmunum, har eg ikki visti, hvat eg skuldi vænta. Eg meini, ein søga um ein krígshest? Tað er ringt at vita, hvat man skal vænta av tí. Men eg var kortini sera áhugaður í at síggja hann, av tí at leikstjórin var Steven Spielberg. Treylarin var eisini sera flott gjørdur og tað sá út sum ein klassiskur Spielberg-filmur.

Wednesday, February 22, 2012

Mission: Impossible - Ghost Protocol (2011)

Leikstjóri
Brad Bird
Nú eru vit komin til tann nýggjasta "Mission: Impossible"-filmin. Eg var faktiskt sera áhugaður í at síggja hann, sjálvt áðrenn eg sá hinir filmarnir. Høvuðsorsøkin var, at hann er leikstjórnaður av Brad Bird. Hann er leikstjórin av "The Iron Giant", "The Incredibles" og "Ratatouille". Hann hevur gjørt sera góðir filmar og hetta er so hansara fyrsti filmur, sum ikki er ein teknifilmur.

Saturday, February 18, 2012

Mission: Impossible 3 (2006)


Leikstjóri
J. J. Abrams
Tann fyrsti "Mission: Impossible"-filmurin, sum varð leikstjórnaður av Brian De Palma, var sera góður og spennandi. Men tvey'arin, sum varð leikstjórnaður av John Woo, var tíverri ikki sera góður. Eg giti, at tað var m.a. orsakað av, at tey skiftu leikstjóra, tí stílurin var fullkomiliga broyttur. Nú eru vit so komin til trý'arin og tey hava enn einaferð skift leikstjóra. Hesuferð er tað J. J. Abrams, sum tekur yvir, og hann skuldi verið eitt gott val, tí hann hevur m.a. gjørt "Super 8" - ein filmur, ið mær dámdi sera væl.

Thursday, February 16, 2012

Mission: Impossible 2 (2000)

Leikstjóri
John Woo
Tann fyrsti "Mission: Impossible"-filmurin varð leikstjórnaður av Brian De Palma. Hesin er leikstjórnaður av John Woo og man sær sera væl munin. Stílurin er fullkomiliga broyttur. Eittarin var ein seriøsur actionfilmur, meðan hesin er meira yvirdrivin, ekstremur og óseriøsur - hann líkist meira einum Michael Bay-filmi. Og ta broytingina dámar mær ikki sera væl. Tað er gott, at tey ikki royndu at kopiera eittarin, men tann nýggi stílurin riggar bara ikki sera væl.

Tuesday, February 14, 2012

Mission: Impossible (1996)


Leikstjóri
Brian De Palma
Tom Cruise er ein tann kendasti sjónleikarin í heiminum. Nakrir av hansara kendastu filmum eru "Mission: Impossible"-filmarnir. Um man so ikki hevur sæð teir, so hevur man sikkurt í minsta lagi hoyrt temasangin. Men eg hevði faktiskt sjálvur ikki sæð teir, so nú havi eg sett mær fyri at hyggja eftir øllum filmunum - og sjálvandi eisini fýraranum, tá hann kemur í biografin. So nú byrja vit við eittaranum, "Mission: Impossible".

Friday, February 10, 2012

Yogi Bear (2010)

Instruktørur
Eric Brevig
Mær dámdi væl Yogi Bear, tá eg var smádrongur, og tá ið eg sá treylarin til hendan filmin, fekk eg sera ringar forvantningar. Treylarin er ein tann vánaligasti treylarin, ið eg nakrantíð havi sæð, og eg væntaði, at hesin filmurin fór at vera sera vánaligur og als ikki respektera teknifilmarnir. Nú havi eg so sæð hann og eg má siga, at hann er ikki so vánaligur, sum eg hevði væntað - men tó heldur ikki sera góður. Fyri meg er hetta ein hampuligur, men ikki sera minniligur filmur.

Saturday, February 4, 2012

Crazy, Stupid, Love. (2011)

Instruktørar
Glenn Ficarra
John Requa
"Crazy, Stupid, Love." er stutt sagt um ein mann, Cal Weaver (Steve Carell), sum fær hjartasorg, tá ið konan (Julianne Moore) brádliga sigur, at hon vil skiljast. Hann byrjar so at hanga út í einari barr og har hittir hann so ein ungan mann, Jacob (Ryan Gosling), sum ger av at læra honum at møta konufólk. Men søgan er faktiskt nógv meira innviklað enn tað.

The Adventures of Tintin (2011)

Instruktørur
Steven Spielberg
Mær dámdi sera væl "Tintin"-teknirøðirnar, tá eg var smádrongur. Tær innihildu spennandi søgur, gott skemt, dámligir persónar og flottan teknistíl. So at gera ein film burtur úr teknirøðunum er eitt gott hugskot, men tað krevir tey røttu fólkini. Og fólkini handan filmin eru so Steven Spielberg sum instruktørur og Peter Jackson sum produsari. Kann tað yvirhøvur verða betri?

Thursday, February 2, 2012

The Prestige (2006)

Instruktørur
Christopher Nolan
"The Prestige" er instrueraður av Christopher Nolan og tað var nóg mikið til at fáa meg til at hyggja eftir honum. Hví? Tí hann hevur eisini instruerað m.a. "Batman Begins", "The Dark Knight" og "Inception". Eg hevði eisini hoyrt góð ting um hendan filmin, so eg gav honum ein kjans, uttan at vita, hvat eg skuldi vænta. Og eg varð sera positivt yvirraskaður.

Friday, January 27, 2012

Superman (1978)

Instruktørur
Richard Donner
Superman er ein tann kendasta superhetjan nakrantíð. Øll vita, hvør hann er. Tað er eisini áhugavert, at ein tann fyrsti superhetjufilmurin, ið varð nakrantíð gjørdur, var ein filmatisering av Superman. Hesin filmurin, sum eitur "Superman", kom út í 1978 og varð instrueraður av Richard Donner. Mær dámar sera væl superhetjufilmar og ein filmur um Superman er eitt gott hugskot. Men nú er støðið fyri superhetjufilmum vorðið sera høgt, so kann ein gamal superhetjufilmur frá 1978 vera góður og fangandi í dag? Ja, tað klárar hesin filmurin væl og virðiliga.

Johnny English Reborn (2011)

Instruktørur
Oliver Parker
Mær dámdi sera væl eittarin. Eg sá hann faktiskt í biografinum í 2003, tá ið hann kom út, og tá varð eg sera positivt yvirraskaður - eg visti onki um hann áðrenn, uttan at hann hevði Rowan Atkinson í høvuðsleiklutinum, og aftaná gjørdist hann ein av mínum yndis-skemtifilmum. Sum ein stórur fjeppari av eittaranum og Rowan Atkinson, so setti eg mær fyri at síggja tvey'arin í biografinum. Og eg varð ikki skuffaður!

Sunday, January 22, 2012

Dinner for Schmucks (2010)

Instruktørur
Jay Roach
"Dinner for Schmucks" er um ein mann, Tim (Paul Rudd), sum verður bjóðaður til ein serligan døgurða hjá stjóranum. Tað er ein døgurði, har starvsfólkini bjóða hvør sín idiot og gera so gjøldur burtur úr honum, og tann, sum hevur tann størsta idiotin, vinnur. Tim roynir so at finna onkran, sum hann kann bjóða, og tá hittir hann ein vinarligan, men býttan mann, sum eitur Barry (Steve Carell).

Wednesday, January 18, 2012

Charlie and the Chocolate Factory (2005)

Instruktørur
Tim Burton
"Charlie and the Chocolate Factory" er ein filmatisering av eini væl umtóktari barnabók - sum eg faktiskt havi lisið. Søgan er um ein eksentriskan uppfinnara, sum eitur Willy Wonka (Johnny Depp). Hann eigur tann størsta, kendasta sjokoláta-fabrikkin í heiminum. Ein dagin goymir hann fimm gull-seðlar í fimm tilvildarligum sjokoláta-pakkum, og tey børnini, sum finna teir, verða boðin inn í hansara fabrikk til eina rundvísing - og ein teirra fær ein serligan vinning. Ein av børnunum, sum finna seðlarnir, er tann fátæki drongurin Charlie Bucket (Freddie Highmore), og hann er faktiskt høvuðspersónurin í filminum.

Tuesday, January 17, 2012

Planes, Trains and Automobiles (1987)

Instruktørur
John Hughes
Ein tann besti skemtifilmurin hjá Steve Martin. Høvuðspersónurin, Neal Page (Steve Martin), skal ferðast úr New York til Chicago fyri at halda Thanksgiving saman við familjuni, men tá ið flogferðslan verður steðgað orsakað av veðrinum, noyðist hann at ferðast eftir vegnum saman við einum vælmeintum, men rokasligum sølumanni, Del Griffith (John Candy). Hetta førir til ein sera stuttligan "road movie", har alt, ið kann ganga galið, gongur galið. 

Tuesday, January 10, 2012

300 (2006)

Instruktørur
Zack Snyder
"300" er ein væl umtóktur actionfilmur, sum fleiri tosa um, men eg hevði ongantíð sæð hann. Tá ið eg so sá "Immortals" í biografinum, sum verður ofta samanborin við "300", fekk eg hug at hyggja eftir "300", serliga fyri at vita, um hann var betri enn "Immortals" - mær dámdi als ikki tann filmin.

Thursday, January 5, 2012

Horrible Bosses (2011)

Instruktørur
Seth Gordon
‎"Horrible Bosses" er um tríggir menn, sum hava sera droyðar stjórar. Teir hata teirra stjórar og gera ein dagin av at drepa teir. Hetta ljóðar sum eitt ónt, løgið hugskot til ein film, men tað riggar, tí tað er væl gjøgnumført. 

The Hangover Part 2 (2011)

Instruktørur
Todd Phillips
Eg elski eittarin, men eg hevði hoyrt áðrenn, at tvey'arin ikki var líka góður, so eg valdi ikki at hava høgar forvantningar. Í staðin vónaði eg bara, at hann fór at vera stuttligur. Og tað passar sum fólk siga: Hann er ikki líka góður sum eittarin. Men hann er sum heild hampuligur, ikki so vánaligur, sum kritikararnir siga.

Monday, January 2, 2012

Green Lantern (2011)

Instruktørur
Martin Campbell
"Green Lantern" er um ein pilot, Hal Jordan (Ryan Reynolds), sum verður valdur av einum ringi frá rúmdini til at vera ein sokallaður "Green Lantern" - tað er ein superhetja, sum verjir heimin frá óndum verum. Nú skal hann tilpassa sær til at vera ein superhetja og berjast ímóti eini óndari rúmdarveru, sum kallast Parallax.