Friday, January 27, 2012

Johnny English Reborn (2011)

Instruktørur
Oliver Parker
Mær dámdi sera væl eittarin. Eg sá hann faktiskt í biografinum í 2003, tá ið hann kom út, og tá varð eg sera positivt yvirraskaður - eg visti onki um hann áðrenn, uttan at hann hevði Rowan Atkinson í høvuðsleiklutinum, og aftaná gjørdist hann ein av mínum yndis-skemtifilmum. Sum ein stórur fjeppari av eittaranum og Rowan Atkinson, so setti eg mær fyri at síggja tvey'arin í biografinum. Og eg varð ikki skuffaður!

"Johnny English Reborn" livir upp til eittarin og er ársins stuttligasti filmur. Tað er langt síðani, eg havi flent so hart í biografinum. Rowan Atkinson gevur enn einaferð eina sera stuttliga framførslu og tað er serliga hann, sum ger filmin stuttligan og undirhaldandi. Hesin filmurin er ótrúliga stuttligur og undirhaldandi, og eg flenti hart fleiri ferðir - eg sá eisini filmin í einum fullum sali og tað sá út sum, at øll høvdu tað stuttligt.

Filmurin hevur ikki tann sama instruktørin og tað sæst, tí stílurin er øðrvísið enn í eittaranum - og tað er ikki ein trupulleiki! Tann nýggi instruktørurin, Oliver Parker, instruerar fillmin sum eina blanding av action og skemti - og tað riggar! Filmurin er tískil flottari gjørdur enn eittarin, tí kameraarbeiðið er meira lívligt og action-senurnar eru meira spennandi. Filmurin følist sum ein flott gjørd, stuttlig James Bond-parodi, og tað er eisini tað, sum ein Johnny English-filmur eigur at vera. 

Hein filmurin hevur tó nakrar trupulleikar. Fyri tað fyrsta varð eg skuffaður av, at ongin uttan Johnny English sjálvur kom aftur frá eittaranum. Eg saknaði serliga Bough, hjálparin hjá Johnny. Hann riggaði nógv betri saman við honum enn hansara nýggi hjálpari, Tucker. Fyri tað næsta varð eg skuffaður av tí síðstu joke'ini í filminum. Hon var ov forútsigulig og ikki sera stuttlig. Filmurin hevur eisini nakrar aðrar trupulleikar, men tíbetur er hann so mikið stuttligur, at teir flestu verða fjaldir.

Samanumtikið varð eg ikki skuffaður av "Johnny English Reborn". Hetta er ársins stuttligasti filmur og ein verdigur tvey'ari. Eg skilji ikki, hví hesin filmurin hevur fingið ring ummæli - eins og eittarin. Eg vóni at síggja Rowan Atkinson í fleiri filmum afturat, tí hann prógvar her, at hann er enn av teimum stuttligastu sjónleikarunum í heiminum.

4 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment