Instruktørur John Hughes |
Framførslurnar eru genialar. Martin og Candy eru ein perfekt kombinatión, tí teir eru báðir dámligir og stuttligir á hvør sín egna máta - og tað riggar eisini, av tí at persónleikarnir hjá Page og Griffith eru púra mótsættir. Martin er perfektur til høvuðsleiklutin, tí hann dugir sera væl at vera irriteraður og frustreraður á ein stuttligan, undirhaldandi máta. Candy ger eisini eitt fantastiskt arbeiði. Del Griffith er ein fittur, klossutur, rokasligur persónur, sum man ikki klárar at lata vera við at dáma, men samstundis skilir man, hví Neal Page heldur hann vera irriterandi.
Hesin filmurin er undirhaldandi allan vegin ígjøgnum og, sum sagt, sera stuttligur. Allar jokes'nar eru góðar og eg flenti fleiri ferðir. Martin og Candy eru sera stuttligir á hvør sín egna máta og teirra samanspæl riggar perfekt. Vit fáa eisini av og á eitt sindur av drama og tær senurnar rigga eisini væl, orsakað av góðum framførslum og væl skrivaðum dialogi. Eitt annað, ið mær dámar væl, er, at filmurin vísir alt, ið kann ganga galið, tá ið man ferðast. Hann vísir, hvussu stressandi tað kann vera at ferðast, og tað er ein trupulleiki, sum tey flestu kenna til.
"Planes, Trains and Automobiles" er ein yvirsæddur klassikari við genialum skemti, eini undirhaldandi søgu og stuttligum framførslum frá Martin og Candy. Harafturat er hann faktiskt skrivaður og instrueraður av John Hughes; tann sami maðurin, sum skrivaði manuskriptið til "Home Alone" - og hesin filmurin er, eftir mínari meining, betri enn "Home Alone".
5 / 5 stjørnur
No comments:
Post a Comment