Tuesday, December 31, 2019

5 góðar sjónvarpsrøðir

Nú koma vit til endan av 2019 og inn í eitt nýtt áratíggju. Eg vil nýta høvið til at viðmæla 5 sjónvarpsrøðir, sum mær dámar serstakliga væl. Allar røðirnar hava til felags, at tær siga eina langa samanhangandi søgu. Eg fari sjálvandi ikki at avdúka týdningarmiklir partar.

Saturday, December 21, 2019

Star Wars: The Rise of Skywalker

Marknaðarføringin fyri "Star Wars: The Rise of Skywalker" sigur, at hetta er síðsti filmurin í røðini um Luke Skywalker og persónarnir, sum vit kenna. Samstundis er hetta eisini endin av nýggju røðini við "The Force Awakens" og "The Last Jedi". Tann fyrsti varð leikstjórnaður av J. J. Abrams, síðan Rian Johnson og nú er Abrams afturkomin.

Saturday, November 23, 2019

Jojo Rabbit - Weekend 2019

Taika Waititi hevur leikstjórnað filmar sum t.d. "Hunt for the Wilderpeople" og "Thor: Ragnarok". Hann er eyðkendur fyri at vera skemtiligur og nú hevur hann gjørt ein satiriskan skemtifilm um nasistar. Filmurin eitur "Jojo Rabbit" og eg sá hann í síðstu viku á filmfestivalinum Weekend 2019 í Keypmannahavn. Søgan fer fram í Týsklandi undir seinna heimsbardaga og vit fylgja einum ungum drongi, Johannes "Jojo" Betzler (Roman Griffin Davis), sum upplærist sum nasist í Hitlerjugend. Hann hevur Adolf Hitler (Taika Waititi) sum ein ósjónligan fantasivin. Ein dagin uppdagar hann, at mamma hansara goymir eina jødiska gentu (Thomasin McKenzie) uppi á loftinum.

Saturday, November 16, 2019

Terminator: Dark Fate

James Cameron leikstjórnaði Terminator 1 og 2, men hevði síðan einki við hinir filmarnir at gera. Eg haldi framvegis, at tveyarin er tann besti í røðini og eingin annar kemur upp á sama støðið. Eg minnist, hvussu skuffandi og frustrerandi tað var, at hyggja eftir Terminator Genisys í biografinum. Nú er James Cameron komin aftur sum framleiðari og leikstjórin er Tim Miller, sum er kendur fyri "Deadpool". "Terminator: Dark Fate" er sætti filmurin í røðini, men ein beinleiðis eftirfylgjari til tveyarin og ignorerar nummar 3, 4 og 5. Sarah Connor (Linda Hamilton) og ein cyborg frá framtíðini, Grace (Mackenzie Davis), mugu verja eina gentu (Natalie Reyes) frá einum óndum Terminator (Gabriel Luna).

Monday, October 14, 2019

Joker

DC Films hava áður framleitt superhetjufilmar sum t.d. "Aquaman", "Justice League" og "Shazam", men nú royna tey okkurt øðrvísi. Hetta er ein sjálvstøðugur spenningsfilmur um teirra størsta og kendasta skurk, Joker. Ein sálarliga sjúkur klovnur, Arthur Fleck (Joaquin Pheonix), verður illa viðfarin av samfelagnum í Gotham City og byrjar eitt nýtt lív sum brotsmaður.

Sunday, July 7, 2019

Spider-Man: Far From Home

Hetta er eftirfylgjarin til bæði "Spider-Man: Homecoming" og "Avengers: Endgame". Peter Parker (Tom Holland) og vinirnir fara á námsferð til Evropa. Upprunaliga skal tað vera ein avslappandi ferð, men tað broytist, tá ið Nick Fury (Samuel L. Jackson) blandar seg uppí. Eg eri glaður fyri, at Marvel hava givið Spider-Man ein stóran leiklut í teirra filmsrøð. Tom Holland er ein serstakliga góður høvuðsleikari og "Spider-Man: Homecoming" er ein av mínum yndissuperhetjufilmum. 

Saturday, April 27, 2019

Avengers: Endgame

Hetta sigst at vera stóra finalan hjá Marvel, í hvussu er í samband við The Avengers. Eftir hendingarnar í "Avengers: Infinity War", royna hetjurnar at bøta um avleiðingarnar. Hesin filmurin er serliga gjørdur til fjepparar av Marvel. Allir filmarnir hava bygt upp til hetta og eg eri sera glaður fyri úrslitið. Men tað er torført at tosa um filmin, uttan at avdúka nakað. Marvel hava roynt at hildið søguna loyniligt, so hetta verður eitt stutt ummæli. Eg kann ikki avdúka nakað.

Sunday, April 14, 2019

Avengers: Infinity War

Í fjør ummælti eg ikki "Avengers: Infinity War", men nú vil eg fegin gera tað, áðrenn eftirfylgjarin kemur út. Hesin filmurin varð útgivin, tá ið Marvel filmsrøðin fylti 10 ár og alt bygdi upp til hetta. The Avengers møta teirra stórstu hóttan higartil: Thanos (Josh Brolin), ein máttmikil skurkur, sum savnar Infinity steinar og hevur óndar ætlanir.

Wednesday, April 10, 2019

Shazam!

DC Films bjóða okkum eina óvanliga superhetju, sum uppførir seg sum eitt barn. 14 ára gamli drongurin Billy Batson (Asher Angel) er foreldraleysur, tí mamma hansara hvarv, tá hann var smábarn. Hann verður adopteraður av eini fosturfamilju ímóti sínum vilja. Ein dagin hittir hann ein gamlan gandakall, sum gevur honum sínar kreftir. Hvørja ferð Billy sigur navnið "Shazam", verður hann umbroyttur til superhetjuna, ið er ein vaksin maður (Zachary Levi).

Friday, March 15, 2019

How to Train Your Dragon: The Hidden World

Eg eri seinur við hesum, men eg vil fegin siga mína meining um "How to Train Your Dragon: The Hidden World". Hetta er triði og síðsti filmurin í røðini, og sum ein fjeppari vildi eg síggja, hvussu tað fór at enda. Hiccup (Jay Baruchel), drekin Toothless og vinirnir leita eftir einum gátuførum heimi, sum tey hava hoyrt sagnir um. Samstundis hitta tey ein hon-dreka, sum er sama slag sum Toothless.

Friday, March 8, 2019

Captain Marvel

Eftir meira enn 10 ár hava Marvel endiliga gjørt ein superhetjufilm við eini kvinnu í høvuðsleiklutinum. Teirra kappingarneyt, DC Films, kláraðu seg væl við "Wonder Woman", so nú fáa vit upprunasøguna hjá Captain Marvel. Í 1995 neyðlendir rúmdarveran Vers (Brie Larson) á jørðini. Eftir at hon hittir Nick Fury (Samuel L. Jackson), noyðast tey at samstarva og steðga fíggindum, sum gera innrás á jørðini. Samstundis lærir hon um sína fortíð og serstaku kreftir.

Friday, February 22, 2019

Green Book

Komandi vikuskifti verður árliga Oscar-handanin og nýggi filmurin, "Green Book", hevur fingið fleiri tilnevningar. Søgan fer fram í 1960’unum. Ein italienskur-amerikanskur útblakari, Tony Vallelonga (Viggo Mortensen), verður ansettur sum bilførari hjá einum myrkum tónleikara, Dr. Don Shirley (Mahershala Ali), á eini konsertferð gjøgnum rasistisku suður-statirnir.

Monday, January 21, 2019

Glass

Mín yndisfilmur hjá M. Night Shyamalan er "Split", sum er ein eftirfylgjari til "Unbreakable". Nú hava vit fingið eina trilogi við "Glass" og vit sleppa at síggja høvuðspersónarnir savnast. Tríggir menn við superkreftum verða innlagdir á eitt sinnissjúkrahús: David Dunn (Bruce Willis), sum er sterkur og ósæriligur, Kevin Wendell Crumb (James McAvoy), sum hevur 24 ymiskar persónleikar og Mr. Glass (Samuel L. Jackson), sum er klókur, men kropsliga veikur og brýtur lætt beinini.