Saturday, December 26, 2015

Star Wars: The Force Awakens

Eg eri seinur við hesum, men eg vil fegin deila mítt ummæli av "Star Wars: The Force Awakens". Hetta var ein tann mest spennandi filmurin, sum man bíðaði eftir í 2015. Hetta er tann sjeyndi "Star Wars"-filmurin í røðini.

Eg ætli mær ikki at avdúka søguna, tí marknaðarføringin helt hana loyniliga. Eg sigi bara, at hon fer fram 30 ár eftir hendingarnar í "Return of the Jedi". Mær dámar væl "Star Wars" og tá ið hesin filmurin nærkaðist, gjørdist eg ein fjeppari aftur og gleddi meg. Fyrr í ár hugdi eg eftir nummar 4, 5 og 6 umaftur, og fyri 10 árum síðani sá eg trýarin, "Revenge of the Sith", í biografinum. Í ár var tað sera spennandi og nostalgiskt at síggja ein nýggjan "Star Wars"-film á stórskíggjanum. Eftir mínari meining er "Star Wars: The Force Awakens" ein rættiliga góður og undirhaldandi filmur. Eg eri eitt sindur skuffaður, tí hann var ikki fantastiskur samanumtikið, men mær dámdi hann væl. Tað er ein góð byrjan á eina nýggja filmsrøð  Disney ætla sær at gera fleiri "Star Wars"-filmar komandi árini.

Mín størsti kritikkur er tað sama, sum eg segði um "Spectre": Fyrra helvtin av filminum er fantastisk og seinna helvtin er góð. Filmurin fór tíverri av sporinum, tá hann var komin í helvt. Hann var framvegis góður, men als ikki líka góður sum í fyrru helvtini, og tað er orsakað av handritinum – eg skal greiða nærri frá seinni. Tíbetur er filmurin sera væl leikstjórnaður av J.J. Abrams. Stílurin er eins og teir gomlu filmarnir, t.v.s. nummar 4, 5 og 6. Effektirnar eru fantastiskar, sannførandi og gamaldags á ein góðan máta. Filmurin brúkar ikki ov nógvar falskar "green screen"-bakgrundir. Umhvørvið líkist teimum gomlu filmunum, og rúmdarverurnar eru flott gjørdar og sannførandi.

Mær dámar eisini væl, at sjálvt leikstjórnanin líkist teimum gomlu filmunum. J.J. Abrams hevur gjørt eitt fantastiskt og væleydnað arbeiði við, at endurskapa stemningin í gomlu filmsrøðini. Tónleikurin hjá John Williams er fantastiskur og filmurin er eisini sera stuttligur. Eg flenti ofta og skemtið hóskar altíð væl til. Tað er ikki ov yvirdrivið ella fjasut. Actionsenurnar eru fantastiskar og flott gjørdar, og framførslurnar eru sera góðar – m.a. Daisy Ridley og John Boyega, sum eru nýggir leikarar í filmsrøðini. Harrison Ford gevur ta bestu framførsluna. Harafturat er filmurin sjálvandi sera nostalgiskur. Tað var fantastiskt og rørandi at síggja persónar frá teimum gomlu filmunum aftur. Mín yndissena var, tá vit fyrstu ferð hittu Han Solo og Chewbacca. Tað var ein perfekt introduktión – sera rørandi og nostalgiskt. Skurkurin er góður, men tíverri ikki sera áhugaverdur í seinnu helvtini av filminum.

Tann fyrra helvtin var ein fantastiskur "Star Wars"-filmur, sum bjóðaði nýggir persónar og eina áhugaverda søgu við nýggjum hugskotum – t.d. man lærir Stormtroopers betri at kenna og tað dámdi mær væl. Tann seinna helvtin er tíverri ikki líka góð, tí tá gjørdist søgan forútsigulig og eyðkend – eg kann ikki avdúka nógv. Av tí at søgan var eyðkend, so hvarv spenningurin. Filmurin var tó framvegis undirhaldandi og hevði kular actionsenur. Eg eri bara eitt sindur skuffaður, tí munurin var so stórur, at filmurin broyttist frá fantastiskur til góður. Klimaksið var ikki sera spennandi og allir hesir trupulleikarnir gera, so at hetta ikki er ein fantastiskur "Star Wars"-filmur. Men tá ið tað er sagt, so er hetta samanumtikið ein góður og sera undirhaldandi "Star Wars"-filmur, sum satt at siga hevur nakrar fantastiskar senur. Tað er ein undirhaldandi filmur, sum eg vil fegin síggja umaftur.

3,5 / 5 stjørnur

Leikstjóri: J.J. Abrams
Leikarar: Harrison Ford, Mark Hamill, Carrie Fisher, Adam Driver, Daisy Ridley, John Boyega, Oscar Isaac, Lupita Nyong’o, Andy Serkis, Domhnall Gleeson, Anthony Daniels, Peter Mayhew, Max Von Sydow 
Ár: 2015


No comments:

Post a Comment