Thursday, July 13, 2017

Spider-Man: Homecoming

Eg havi fyrr nevnt, at Spider-Man er mín yndissuperhetja. Í fjør fingu vit eina nýggja útgávu í filminum "Captain America: Civil War" og eg var sera glaður fyri úrslitið. Tað var ein sera góður Spider-Man og mær dámdi væl sjónleikarin, Tom Holland. Nú hevur hann høvuðsleiklutin í "Spider-Man: Homecoming".

Sunday, July 9, 2017

Zootropolis

Í juni ummælti eg eina rúgvu av teknifilmum, sum komu út í 2016. Nú endi eg røðina við "Zootropolis", sum er ein av nýggjastu filmunum hjá Disney. Søgan fer fram í eini heimi, sum hevur bert djór, ið uppføra seg sum menniskju. Vit fylgja Judy Hopps (Ginnifer Goodwin), sum er fyrsta kaninin, ið verður sett í starv sum politistur. Hon flytir til stórbýin Zootropolis, har ið øll djór liva saman í friði. Tá hon fær eina torføra uppgávu, noyðist hon at biða um hjálp frá einum svindlara, revurin Nick Wilde (Jason Bateman).

Sunday, July 2, 2017

Baby Driver

Eg mangli at ummæla ein teknifilm afturat og tað er "Zootropolis". Ummælið kemur út í komandi viku, so í dag verður tað í staðin nýggi actionfilmurin "Baby Driver". Hann er skrivaður og leikstjórnaður av Edgar Wright, sum eisini er leikstjórin handan "Hot Fuzz" og "Scott Pilgrim vs. the World". Søgan er um ein drong, sum eitur Baby (Ansel Elgort). Hann arbeiðir sum bilførari hjá brotsmanninum Doc (Kevin Spacey) og lurtar altíð eftir tónleiki, tí hann hevur tinnitus.