Eg
mangli at ummæla ein teknifilm afturat og tað er "Zootropolis". Ummælið kemur
út í komandi viku, so í dag verður tað í staðin nýggi actionfilmurin "Baby
Driver". Hann er skrivaður og leikstjórnaður av Edgar Wright, sum eisini er leikstjórin
handan "Hot Fuzz" og "Scott Pilgrim vs. the World". Søgan er um ein drong,
sum eitur Baby (Ansel Elgort). Hann arbeiðir sum bilførari hjá brotsmanninum Doc
(Kevin Spacey) og lurtar altíð eftir tónleiki, tí hann hevur tinnitus.
Hetta
er ein sera góður og undirhaldandi filmur. Tað er uppfrískandi at síggja ein Hollywood
film, sum er originalur og ikki hoyrir til eina filmsrøð. Hetta er ikki ein
tveyari, endurinnspæling ella nakað líknandi. Hetta er eisini tann mest
óforútsiguligi filmurin, sum eg havi sæð nýliga í biografinum. Søgan er væl
skrivað og eg visti ikki, hvat fór at henda. Hvørja ferð eg gitti okkurt, vísti
tað seg at vera skeivt. Søgan er spennandi, óvanlig og yvirraskandi – eg fari
sjálvandi ikki at avdúkað nakað. Hon verður meira og meira spennandi, sum tíðin
gongur og endar við einum fantastiskum klimaksi.
Handritið
er uppbygt soleiðis, at vit gjøgnum filmin spakuliga læra persónarnir at kenna.
Baby er ein dámligur høvuðspersónur, hóast hann er ein brotsmaður. Hann hevur
ein góðan og dámligan persónleika, sum ikki samsvarar við starvið. Allar
framførslurnar eru sera góðar og Ansel Elgort er ein góður høvuðsleikari. Mær
dámdi serstakliga væl Kevin Spacey, Jon Hamm og Jamie Foxx. Dialogurin er væl
skrivaður, undirhaldandi og hevur nógv stuttligt skemt.
Mær
dámar sera væl mátan, ið Edgar Wright hevur leikstjórnað filmin. Hann er ein
sera kreativur leikstjóri, sum fær tónleik til at passa væl við hendingarnar. Eitt
gott dømi er ein skotbardagi, har ið skotini samsvara við rútmuna í sanginum –
ein sera undirhaldandi effekt. Av tí at Baby ofta lurtar eftir iPod, so hevur
filmurin eina rúgvu av sera góðum sangum. Myndatøkan og klippingin er sera góð,
og actionsenurnar eru væl leikstjórnaðar. Edgar Wright hevur gott skil
fyri tempo og ger filmar, ið eru undirhaldandi frá byrjan til enda.
"Baby
Driver" er ein sera góður og undirhaldandi actionfilmur, sum er øðrvísi enn flestu poppkornfilmar. Í byrjanini er søgan einføld,
men verður síðan meira og meira spennandi. Mær dámar væl, at hon er
óforútsigulig og óvanlig. Tónleikurin er sera undirhaldandi og leikstjórnanin
er kreativ. Hóast mær dámar superhetjufilmar, so er tað sera gott at síggja okkurt originalt frá Hollywood. Eg vóni, at fleiri fara at hyggja eftir "Baby Driver" í biografinum, tí originalir poppkornfilmar mugu fáa stuðul.
4
/ 5 stjørnur
Leikstjóri: Edgar Wright
Leikarar: Ansel Elgort, Kevin Spacey, Lily James,
Jon Bernthal, Eiza González, Jon Hamm, Jamie Foxx
No comments:
Post a Comment