Saturday, December 24, 2011

Scott Pilgrim vs. the World (2010)

Instruktørur
Edgar Wrigh
t
Ein løgin, men sera undirhaldandi filmur. Hetta er stutt sagt ein kombinatión av eini teknirøð, einum telduspæli og einum ungdómsfilmi. Tað ljóðar sum eitt løgið hugskot, men instruktørurin, Edgar Wright, fær tað til at rigga. 

Mær dámar sera væl mátan, filmurin skiftir senur, og allar tær flottu effektirnar. Eg elski eisini allar ávísingarnar til gomul nintendo- og playstation-spøl. Bardagarnir eru sjúkliga kulir og spennandi. 

Tað er eisini stuttligt at síggja tekstir, sum vísa ljóð-effektirnar - t.v.s. um man t.d. hoyrir ljóðið av eini duraklokku, sær man tekstin "ding dong" flúgva í luftini; akkurát líka sum í eini teknirøð. Søgan er løgin, men hampuliga góð - mær dámar væl kærleikssøguna, og endin er góður.

Eg haldi tó, at summir partar av søguni eru eitt sindur rokasligir og torførir at skilja, men tað bilar ikki so nógv, tí filmurin er kortini undirhaldandi og spennandi sum heild. Framførslurnar eru góðar og eg varð yvirraskaður av Michael Cera. Vanligt eri eg ikki nakar stórur fjeppari, men í hesum filminum ger hann eitt gott arbeiði. Chris Evans er eisini sera stuttligur sum ein stereotýpiskur action-sjónleikari. Samanumtikið er hetta ein løgin, men stuttligur, kreativur og sera undirhaldandi filmur.

4 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment