Tuesday, December 20, 2011

(500) Days of Summer (2009)

Instruktørur
Marc Webb

Ein sjarmerandi, øðrvísi, originalur romantiskur skemtifilmur. Nógvir romantiskir skemtifilmar eru sera kliché-agtigir og líkjast hvørjum øðrum, men "(500) Days of Summer" er ein undantøka. Søgan er um ein drong, Tom (Joseph Gordon-Levitt), ið verður forelskaður í eini gentu, Summer (Zooey Deschanel), sum ikki trýr, at kærleiki er til. Hetta ljóðar sum ein týpiskur kærleiksfilmur, men tað er tað faktiskt ikki. Tað er eisini ein rørandi dramafilmur við eitt sindur av skemti.

Søgan er fortald á ein áhugaverdan, akronologiskan máta. Filmurin brúkar tann frásøguháttin til at vísa bæði hæddarpunkt og niðurtúrar í einum kærleiksforholdi. Hann vísir eisini munin á at vera glaður og at hava hjartasorg.

Framførslurnar eru sera góðar, serliga Joseph Gordon-Levitt. Hann ger eitt sera gott arbeiði við teimum dramatisku senunum. Zooey Deschanel er sjarmerandi sum vanligt. Filmurin er eisini yvirraskandi sera flott gjørdur - tað hevði eg als ikki væntað frammanundan. Hann brúkar onkuntíð "split-screen" á ein sera kreativan máta. Ein onnur sena vísir eisini á ein genialan, undirhaldandi máta, hvussu tað følist á "sveima á skíggjum", tá ið man er forelskaður.

Eg hevði trupulleikar í byrjanini við at venja meg við tað eitt sindur seina tempoið, og tað gjørdi filmin eitt sindur keðiligan fyri meg í byrjanini. Men tað vardi ikki sera leingi, inntil søgan fangaði meg, og aftan á tað var filmurin sera undirhaldandi allan vegin gjøgnum.

4,5 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment