Saturday, December 31, 2011

Immortals (2011)

Instruktørur
Tarsem Singh
"Immortals" fer fram í gamla grikkalandi. Høvuðspersónurin er Theseus (Henry Cavill) og hann ætlar sær at hevna seg inn á fíggindarnir, sum drupu mammu hansara. Tann hægsti av fíggindunum er Hyperion, leiktur av Mickey Rourke.

Hesin filmurin hevur flottar effektir og stílurin líkist nógv "300" - men eg má viðganga, at havi ongantíð sæð tann filmin. Men eg má vera erligur og siga, at mær dámdi als ikki hendan filmin. Eg helt, at hann var rættiliga keðiligur. Tann størsti trupulleikin var, at eg legði onki í persónarnir. Teir eru næstan allir keðiligir og kliché-agtigir. Theseus er bara ein keðilig, kliché-agtig krígshetja. Filmurin hevur heldur onga persónsmenning og tað ger, so at persónarnir eru keðiligir og óinteressantir. Hyperion var kanska tann kulasti persónurin, og tað var orsakað av framførsluni hjá Mickey Rourke.

Mær dámdi heldur ikki søguna. Hon er keðilig, óinteressant og sera illa søgd. Vit fáa ov nógvar senur, har persónar tosa og greiða frá, og tað ger filmin keðiligan. Eg gjørdist so troyttur av tí, at eg tímdi ikki at fylgja við longur, og tískil skilti eg ikki alla søguna. Eg sat bara og bíðaði eftir, at ein action-sena skuldi koma. Men filmurin hevur ikki nóg nógvan action til at bjarga filminum. Hann fokuserar meira á søguna og persónarnir, og vanligt er tað ein fyrimunur, men í hesum førinum ger tað filmin keðiligan, av tí at bæði søgan og persónarnir eru keðiligir og illa skrivaðir.

Men hvat dámdi mær so við filminum? Fyri tað fyrsta eru framførslurnar góðar, men ikki sera minniligar. Henry Cavill gevur eina góða framførslu og er trúverdigur sum ein action-hetja. Men tað er serliga Mickey Rourke, sum gevur tað kulastu framførsluna - og ta einastu minniligu framførsluna í filminum. Fyri tað næsta eru action-senurnar oftast kular og hampuliga undirhaldandi - og tað frægasta við filminum. Mær dámdi væl summar slow-motion effektir og bardagarnir vóru flott gjørdir. 

Men action-senurnar eru ov fáar í tali til at bjarga filminum, og eg haldi heldur ikki, at tær eru nakað serligt. Av tí at eg ikki legði nakað í persónarnir, so vóru tær ikki sera spennandi - eg legði onki í, hvør fór at doyggja ella yvirliva. Harafturat vóru effektirnar onkuntíð, tá ið teir griksku gudarnir drupu fólk, eitt sindur láturligar og ringar at taka seriøst. At enda vil eg leggja afturat, at endin á filminum er sera vánaligur.

"Immortals" hevur flottar effektir og nakrar kular action-senur, men mær dámdi hann als ikki. Eg veit væl, at hann bert siktar eftir at vera ein kulur, undirhaldandi actionfilmur, men hann hevur eina keðiliga søgu og ov lítið action til at vera undirhaldandi. Eg keddi meg gjøgnum tað mesta av filminum. Action-senurnar eru heldur ikki nakað serligt, so tær eru ikki verdar at bíða eftir. Eg rokni við, at summi fara at dáma hendan filmin, av tí at hann hevur kular bardagar og flottar effektir - og tað havi eg onki ímóti - men eftir mínari meining var hann rættiliga keðiligur.

2 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment