Monday, January 2, 2012

Green Lantern (2011)

Instruktørur
Martin Campbell
"Green Lantern" er um ein pilot, Hal Jordan (Ryan Reynolds), sum verður valdur av einum ringi frá rúmdini til at vera ein sokallaður "Green Lantern" - tað er ein superhetja, sum verjir heimin frá óndum verum. Nú skal hann tilpassa sær til at vera ein superhetja og berjast ímóti eini óndari rúmdarveru, sum kallast Parallax.

Mær dámar sera væl superhetju-filmar, men tíverri er "Green Lantern" ikki ein av teimum bestu. Hugskotið er gott, men úrslitið er illa gjøgnumført. Hetta er ein eitt sindur keðiligur, óinteressantur superhetju-filmur, sum kundi verið nógv betri.

Men tað eru nøkur góð ting við honum. Framførslurnar eru fyri tað mesta góðar. Ryan Reynolds er dámligur, riggar væl sum hetjan og gevur eina góða framførslu. Peter Sarsgaard gevur eisini eina góða framførslu, men er eitt sindur ringur at taka seriøst, tí hann sær løgin út sum tann óndi Hector Hammond. Framførslan hjá Blake Lively kundi verið betri, men hon er okey. Annars dámdi mær sera væl Mark Strong sum Sinestro og Geoffrey Rush sum Tomar-Re.

Effektirnar eru eisini hampuliga góðar. Tær eru ikki fantastiskar, men góðar og sannførandi. Mær dámdi eisini væl summar action-senur. Harafturat er planetin Oa, har allir hinir "Green Lanterns" búgva, pen og flott gjørd. Mær dámar eisini væl, at Hal kann brúka ringin til at skapa hvat sum helst, ið hann ímyndar sær, tí tað gevur honum møguleikan at brúka heilan og sín kreativitet, tá ið hann hann berjist. Men samanumtikið eru effektirnar rættiliga standard og kundu verið betri. Tær eru ikki nakað serligt, sum man ikki hevur sæð fyrr. Hesin filmurin hevur eisini stórir trupulleikar.

Fyri tað fyrsta er søgan ikki sera góð. Tað virkar sum um, at tey hava roynt at stappa ov nógvar detaljur í filmin; sum t.d. baksøguna hjá Hal, baksøguna hjá Parallax, Hector Hammond og forholdið millum Hal og Carol. Orsakað av hesum, so ganga partar av søguni ov skjótt fyri seg og summi ting verða ikki útviklað nóg nógv - og tískil hevur søgan nakrar leysar endar. Eitt dømi er baksøgan hjá Parallax. Hon verður bert greitt frá í stuttum í einari senu og so fara vit bara víðari við filminum. Mær dámar eisini illa mátan, søgan verður søgd. Vit fáa ov nógvar frágreiðingar og dialog-senur, og tað ger filmin onkuntíð keðiligan og troyttandi. 
 
Persónsmenningin hjá Hal gongur eisini ov skjótt fyri seg og er rættiliga forútsigulig. Harafturat hava hinir "Green Lanterns" næstan onki at gera í filminum og tað er sera skuffandi. Tað gevur heldur onga meining, at teir ikki koma at hjálpa Hal, tá ið vit koma til klimaksið. Skemtið riggar heldur ikki sera væl. Eg flenti eitt sindur bert eina ferð. Filmurin hevur eisini ov lítið action, og næstan allar action-senurnar eru ov stuttar - serliga klimaksið. Harafturat er tann óndi Parallax ikki so ræðandi, sum hann burdi verið. Hann sær eitt sindur láturligur út og er tí ringur at taka seriøst.

Samanumtikið er "Green Lantern" ein eitt sindur keðiligur superhetju-filmur, sum kundi verið nógv betri. Hann hevur nakrir undirhaldandi partar og ein dámligan høvuðspersón, men ov nógvir trupulleikar til at vera góður. Tey fokusera ov lítið á action og hinir "Green Lanterns" og meira á eina tunna, kliché-agtiga søgu, sum ikki er sera væl skrivað. Mær dámar eisini illa, at tey koma við ov nógvum frágreiðingum um baksøgur og annað, tí tað er keðiligt at hyggja eftir og gongur onkuntíð ov skjótt fyri seg. Eg legði ikki sera nógv í hendan filmin, eftir at eg hevði sæð hann.

2,5 / 5 stjørnur

2 comments:

  1. Er tað ein filmur til mín, hvat heldur tú?

    ReplyDelete
  2. Nei, eg kann ikki ordiliga anbefala hendan filmin. Hann er nokkso keðiligur - og mær dámar annars sera væl superhetju-filmar. So eg haldi ikki.
    Men tú kanst gott geva honum ein kjans, um tú hevur hug.

    ReplyDelete