Wednesday, May 29, 2013

Fast & Furious 6

Tá ið “Fast & Furious 5” kom út í 2011, var eg langt síðan givin við at fylgja við seriuni. Eg var ikki áhugaður í at síggja hann, men hann fekk yvirraskandi góð ummæli. Í ár hugdi eg endiliga eftir honum og mær dámdi hann sera væl – ein sera positiv yvirraskilsi. Hann var ein sera undirhaldandi og óseriøsur actionfilmur. Eg gleddi meg tí til at síggja “Fast & Furious 6”, tí hann sá út til at vera í sama stíli sum fimmarin. Eg vildi bara hava ein undirhaldandi actionfilm.

Monday, May 20, 2013

Silver Linings Playbook


“Silver Linings Playbook” er ein filmur, sum gjørdist sera væl umtóktur í Amerika, tá hann kom út í 2012. Hann fekk nógvar Oscar-nomineringar og Jennifer Lawrence vann heiðurslønina fyri “Best Actress“. Nú er filmurin komin til Føroyar.