Saturday, October 19, 2013

Olsen Banden på dybt vand

Eg vaks upp við teimum gomlu “Olsen Banden”-filmunum. 
Eg eri ein fjeppari og havi sæð næstan allir filmarnir. Í 2010 kom so ein teknifilmur út, sum æt “Olsen Banden på de bonede gulve”. Eg hugdi eftir honum fyri nøkrum vikum síðan og mær dámdi hann ikki. Eg væntaði tí ikki, at tann nýggi teknifilmurin, “Olsen Banden på dybt vand”, fór at vera sera góður.

Tuesday, October 15, 2013

2 Guns

“2 Guns” er um tveir menn, Bobby Trench (Denzel Washington) og Michael “Stig” Stigman (Mark Wahlberg). Teir ræna ein banka, men finna síðan út av einum loyndarmáli um hvønn annan: Teir eru báðir “undercover” njósnarir. Bobby arbeiðir fyri narkotikaløgregluni og Stig arbeiðir fyri herflotanum. Síðan vísir tað seg, at bankaránið var ein fella. Teir hava av óvart stolið frá CIA og tað skapar eitt størst rok. Nú noyðast teir at arbeiða saman fyri, at koma burtur úr hesi kreppuni.

Wednesday, October 9, 2013

Riddick

Ein av teimum kendastu leiklutunum hjá Vin Diesel er Riddick. Hann var høvuðspersónurin í filmunum “Pitch Black” í 2000 og “The Chronicles of Riddick” í 2004. Nú er tann triði filmurin í røðini komin út.

Thursday, October 3, 2013

Runner Runner

“Runner Runner” er um ein studentaskúlanæming, Richie Furst (Justin Timberlake), sum skipar fyri “gambling” á skúlanum. Eitt kvøldið satsar hann allar sínar pengar í einum pokerspæli á internetinum. Hann tapir og missir alt, men er vísur í, at hann varð snýttur. Tískil ferðast hann til Costa Rica, fyri at tosa við leiðarin av heimasíðuni; ein ríkur maður, sum eitur Ivan Block (Ben Affleck). Ivan tekur væl ímóti honum og ger av, at geva honum eitt arbeiði í sínum felagi.