Friday, January 24, 2014

Mínir yndisfilmar frá 2013

Eg havi gjørt tveir topplistar yvir filmum frá 2013, sum eg havi sæð. Eg havi ikki sæð "American Hustle", "The Hunger Games: Catching Fire" og "Frozen". Men av teimum filmunum, sum eg havi sæð, so eru hetta teir, sum mær dámdi best og minst. 

Tuesday, January 21, 2014

The Secret Life of Walter Mitty

“The Secret Life of Walter Mitty” er ein ambitiøsur filmur um ein mann, Walter Mitty (Ben Stiller), sum dagdroymir fleiri ferðir um dagin. Hann livir í sínum egna heimi og hevur ein lívligan fantasi. Ein dagin hvørvur eitt filmsspor við eini mynd, sum blaðið, ið hann arbeiðir fyri, skal brúka til forsíðuna. Tískil fer hann á eina spennandi ferð uttanlanda, fyri at leita eftir myndamanninum.

Monday, January 13, 2014

The Wolf of Wall Street

“The Wolf of Wall Street” er tann nýggi filmurin hjá Martin Scorcese, sum er ein av heimsins kendastu leikstjórum. Hann hevur gjørt m.a. “Goodfellas”, “The Departed”, “Shutter Island” og “Hugo”. Harumframt hevur filmurin Leonardo DiCaprio í høvuðsleiklutinum, sum ofta samstarvar við Scorsese.

Sunday, January 5, 2014

The Hobbit: The Desolation of Smaug

“The Hobbit: The Desolation of Smaug” er næsti parturin í trilogi’ini. Hann heldur fram søguna um ferðina hjá Bilbo Baggins og dvørgunum, sum eru á veg til Erebor, fyri at fáa teirra heimland aftur frá Smaug.