“The Wolf of Wall Street” er tann nýggi filmurin hjá Martin Scorcese,
sum er ein av heimsins kendastu leikstjórum. Hann hevur gjørt m.a. “Goodfellas”,
“The Departed”, “Shutter Island” og “Hugo”. Harumframt hevur filmurin Leonardo
DiCaprio í høvuðsleiklutinum, sum ofta samstarvar við Scorsese.
Søgan er um ein ríkan mann, Jordan Belfort (Leonardo DiCaprio), sum
arbeiðir á virðisbrævamarknaðinum á Wall Street. Hann hevur sítt egna felag og øll
fólkini, sum arbeiða fyri honum, eru eisini vorðin rík. Tey lokka viðskiftafólkini
til at keypa partabrøv og síðan fáa tey sjálvi allar pengarnir, ístaðin fyri
viðskiftafólkini. Av tí at tey eru rík, so liva tey lívið í luksus við veistlum,
rúsdrekka, rúsevnum og sex. Søgan handlar stutt sagt um karrieruna hjá Jordan
og hansara felag.
Man skuldi trúð, at ein slík søga hevði verið gjørd til ein dramafilm,
men Martin Scorsese og rithøvundurin Terence Winter hava gjørt nakað annað. Teir
hava gjørt tað til ein skemtifilm og tað hóskar væl til. “The Wolf of Wall
Street” er ikki bara ein fantastiskur filmur, men eisini ein av teimum
stuttligastu filmunum frá 2013. Hann er sera undirhaldandi, og skemtið er sera
stuttligt og væl skrivað. Eg flenti ofta og tað gjørdu áskoðararnir eisini.
Framførslurnar eru fantastiskar. Allir sjónleikararnir gera sítt besta
og spæla væl saman. Hetta er ein av teimum bestu framførslunum, sum eg havi sæð
frá Leonardo DiCaprio. Hann gevur satt at siga eina skemtiliga
framførslu og hann klárar tað væl. Hann gevur seg 120 prosent til leiklutin og
ger alt møguligt, sum man ikki hevur sæð hann gjørt fyrr. Jonah Hill gevur
hansara bestu framførslu higartil. Hann er fantastiskur og stuttligur í filminum.
Rob Reiner er eisini stuttligur, og filmurin hevur harumframt góðar framførslur
frá Kyle Chandler, Jean Dujardin og Matthew McConaughey.
Filmurin er gjørdur eftir eina sanna søgu og
Jordan Belfort er ein veruligur persónur, men eg veit ikki, um søgan er trúføst
ímóti veruleikanum. Eg leggi ikki í tað, tí filmurin er meira um Jordan og tey ríku
fólkini á virðisbrævamarknaðinum. Martin Scorsese klárar sera væl, at
leikstjórna senur um rokasligar veistlur. Tað er eitt størst rok við rúsevnum,
fullum fólkum og øllum møguligum. Tað er anarki og tað gevur meining, tí fólkini
eru so rík, at tey gera júst, sum tey vilja. Søgan vísir væl á ein skemtiligan
hátt, hvussu pengar kunnu gera fólk óð í høvdinum.
Kameraarbeiðið er
vakurt og sera professionelt. Allir vinklarnir eru væl uppsettir og ljósið er
ofta passaliga bjart. Eg má eisini nevna, at hesin filmurin hevur uppiborið sítt 15
ára aldursmark. Hann er sera fúlur og inniheldur nógv rúsevni. Men tað hóskar
væl til søguna, tí hon er um rík fólk, sum oysla pengar á eitt luksuslív. Tað besta
í filminum, eftir mínari meining, er dialogurin. Samrøðurnar eru væl skrivaðar,
undirhaldandi og sera stuttligar. Terence Winter hevur skrivað eitt sera gott
handrit, sum Martin Scorsese hevur leikstjórnað sera væl. Tað er eitt dømi um
gott samstarv millum leikstjóra og rithøvund.
“The Wolf of Wall Street” er ein av teimum
bestu filmunum frá 2013. Hann er langdrigin og eg bleiv ótolin nær við endanum,
men søgan var so mikið áhugaverd og undirhaldandi, at eg hevði ikki nógv ímóti, at halda fram
við at hyggja. Søgan er væl skrivað, óforútsigulig, áhugaverd og væl søgd. Frásøguhátturin
minnir nógv um “Goodfellas” og tað riggar væl. Framførslurnar eru fantastiskar,
serliga Leonardo DiCaprio og Jonah Hill, dialogurin er undirhaldandi og
skemtið er sera gott. Eg flenti nógv og var væl nøgdur við filmin, hóast hann
er langur – eg kundi fyrigeva
tað, av tí at eg var alla tíðina áhugaður. Hann er sera fúlur og ekstremur, so hann er ikki fyri øll, men tað kann man
vænta, tá hann hevur eitt høgt aldursmark.
5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Martin Scorsese
Leikarar: Leonardo DiCaprio, Jonah Hill, Margot
Robbie, Matthew McConaughey,
Kyle Chandler, Rob Reiner, Jon Bernthal, Jon
Favreau, Jean Dujardin
Ár: 2013
No comments:
Post a Comment