Monday, July 21, 2014

Dawn of the Planet of the Apes

Fyri trimum árum síðan kom ein filmur út, sum æt “Rise of the Planet of the Apes”. Eg var upprunaliga ikki áhugaður í honum, men tá ið eg so sá hann í biografinum, varð eg sera yvirraskaður. Tað var ein sera góður filmur. Hann endaði á ein hátt, sum bygdi upp til ein tvey’ara. Tann filmurin er nú komin út við heitinum “Dawn of the Planet of the Apes”.

Monday, July 14, 2014

Transformers: Age of Extinction

Tann illa umtókti leikstjórin Michael Bay er afturkomin við einum nýggjum “Transformers”-filmi. Hetta er tann fjórði í røðini. Fyri meg persónliga, so var eittarin góður, tvey’arin sera vánaligur og trý’arin hampuligur.

Sunday, July 13, 2014

How to Train Your Dragon 2

Ein av teimum best umtóktu filmunum hjá DreamWorks er “How to Train Your Dragon”. Mær dámar hann sera væl. Hann hevur nógvar kliché’ir, men gjøgnumførir tær flestu sera væl. Tann filmurin hevur gjørt, so at nógv fólk eru áhugað í tvey'aranum, sum nú er komin út. Eg ummæli ta ensku útgávuna.

Wednesday, July 2, 2014

22 Jump Street

Mín yndisskemtifilmur frá 2012 var “21 Jump Street”. Eg var tískil áhugaður í tvey’aranum, men tað er torført, at gera góðar eftirfylgjarar til skemtifilmar.