Tuesday, August 20, 2013

The Wolverine

“The Wolverine” fylgir mutantinum Logan (Hugh Jackman); eisini kallaður “Wolverine”. Hann syrgir, orsakað av deyðanum hjá Jean Grey (Famke Janssen), og er troyttur av, at hann ikki kann doyggja – hansara lív er endaleyst. Ein dagin verður hann bjóðaður til Tokyo, fyri at vitja ein mann, sum hann bjargaði einaferð. Maðurin gevur honum tá møguleikan, at gerast "deyðiligur" – t.v.s. hansara lív er ikki ævigt og hann kann tí doyggja. Hann takkar nei, men stutt eftir hendir okkurt gátuført, sum ger, at hann verður sárbærur og møguliga deyðiligur.

Sunday, August 18, 2013

Now You See Me

Eg var serliga áhugaður í hesum filminum, orsakað av sjónleikarunum, sum vóru savnaðir: Jesse Eisenberg, Woody Harrelson, Isla Fisher, Mark Ruffalo, Morgan Freeman, Michael Caine og onnur. Tað er eisini kul at síggja ein film um eitt lið av kendum sjónleikarum, sum arbeiða saman – eins og t.d. "Ocean's Eleven" og "The Avengers".

Monday, August 5, 2013

Pacific Rim

Í summarfrítíðunum koma nógvir stórir “blockbuster”-filmar út, sum t.d. “Transformers”, “The Dark Knight Rises” og “Man of Steel”. Ein av teimum stóru filmunum, sum koma út í ár, er “Pacific Rim”. Hugskotið er stutt sagt, at risastórir robottar berjast ímóti ódjórum. Eg elski tað hugskotið. Tað ljóðar sum ein blanding av “Transformers” og “Godzilla”, men væl gjørt og við einum góðum leikstjóra: Guillermo del Toro – leikstjórin handan m.a. “Hellboy” og “Pan’s Labyrinth”.