“The Wolverine” fylgir mutantinum Logan (Hugh
Jackman); eisini kallaður “Wolverine”. Hann syrgir, orsakað av deyðanum hjá Jean
Grey (Famke Janssen), og er troyttur av, at hann ikki kann doyggja – hansara lív er
endaleyst. Ein dagin verður hann bjóðaður til Tokyo, fyri at vitja ein mann,
sum hann bjargaði einaferð. Maðurin gevur honum tá møguleikan, at gerast "deyðiligur" – t.v.s. hansara lív er ikki ævigt og hann kann tí doyggja. Hann takkar nei, men stutt eftir hendir okkurt gátuført, sum ger,
at hann verður sárbærur og møguliga deyðiligur.
Mær dámar “X-Men”, men eg eri ikki ein fjeppari. Eg havi sæð nakrir “X-Men”-filmar, men eg
minnist lítið av teimum, so eg fór inn í biografin, uttan at vænta nakað
serligt. Eg var faktiskt positivt yvirraskaður. Hetta er ikki ein fantastiskur
filmur, men ein góður og undirhaldandi superhetjufilmur. Hann følist faktiskt
ikki sum ein traditionellur superhetjufilmur. Hann virkar rættiliga
realistiskur, burtursæð frá nøkrum yvirdrivnum actionsenum, sum eru tó undirhaldandi.
Hugh Jackman er eisini sera góður og sannførandi sum vanligt.
Mær dámar væl, at filmurin fer fram í Japan. Tað er
áhugavert at síggja ta japansku mentanina og umhvørvið, og hvussu Wolverine
roynir at passa inn har. Tað er eisini kul at síggja hann berjast ímóti
ninja’um og samurai’um. Filmurin er væl leikstjórnaður av James Mangold. Actionsenurnar
eru fangandi og undirhaldandi. Bardagarnir eru undirhaldandi og rættiliga
brutalir. Filmurin er meira brutalt voldligur enn aðrir superhetjufilmar, sum eg havi
sæð í ár, og tað riggar væl til. Tað ger, so at hann virkar meira
veruligur og realistiskur.
Mær dámdi væl m.a. eina actionsenu á einum toki. Hon
er sera undirhaldandi, men har var tó ein løta, sum var ov yvirdrivin og
ótrúverdig – tá ið Wolverine leypir eftir einum manni á takinum. Eg veit, at
hetta er ein poppkorn-filmur, men av tí at hann hevur ein realistiskan
stíl, hóskaði tann løtan ikki væl til. Slíkt action hoyrir heima í einum
yvirdrivnum og órealistiskum actionfilmi, sum t.d. “Fast & Furious 6” og “The Expendables 2”. Men annars var tann senan kul og sera undirhaldandi.
Eg havi altíð hildið Hugh Jackman vera perfektan til
leiklutin sum Wolverine. Hann gevur eina sera góða framførslu sum vanligt, og í
hesum filminum hevur hann nógv drama at arbeiða við. Filmurin granskar væl teir
persónligu trupulleikarnir hjá Wolverine og Hugh Jackman spælir tað væl. Søgan
hevur nakrar trupulleikar, men er samanumtikið góð og fangandi – hon er ikki
fantastisk, men eg var áhugaður. Eg var serliga áhugaður í søgugongdini um, at
Wolverine gjørdist sárbærur. Tað var áhugavert at síggja m.a., hvussu hann
byrjaði at føla seg veikan. Tað gjørdi eisini, so at eg hevði samkenslu við
honum. Eg helt tó, at søgugongdin um hansara longsul eftir Jean Grey var
onkuntíð eitt sindur irriterandi og endurtakandi – men hon var tolulig.
Filmurin hevur góðar og dámligar persónar. Wolverine
er dámligur og stuttligur, sum væntað, og hevur gott samanspæl við
hjápersónarnir. Eitt gott dømi er ein ung japansk kvinna, sum hann hjálpir. Hon
er faktiskt dámlig og áhugaverd. Dialogurin millum teirra er áhugaverdur og væl
skrivaður. Summir hjápersónarnir lærir man tó ikki sera væl at kenna og tað
gjørdi, so at eg onkuntíð ikki visti, hvørjir teir vóru – men teir hava lítlar leiklutir,
so tað er ikki ein stórur trupulleiki. Effektirnar í filminum eru góðar, sum
t.d. klørnar hjá Wolverine. Tær eru sannførandi og síggja ikki ov teldugjørdar
út. Harafturat er skemtið rættiliga gott. Wolverine segði onkuntíð okkurt stuttligt,
sum fekk meg at flenna.
Men filmurin hevur eisini sínar trupulleikar. Fyri tað
fyrsta er skurkurin vánaligur og óinteressantur. Tað er ein kvinna, sum er ein
mutantur, ið kann geva eitur – eins og ein eitrandi slanga. Hon var bara irriterandi,
men á tí ljósu síðuni, so er hon eitt sindur hóttandi. Fyri tað næsta er tann síðsti
triðingurin av filminum undirhaldandi, men eitt sindur óruddiligur. Actionsenurnar
verða tá meira yvirdrivnar, tempoið verður munandi skjótari og søgan verður eitt
sindur fløkjaslig. Tíbetur var filmurin framvegis undirhaldandi og spennandi –
bara ikki líka góður, sum hann var frammanundan. Klimaksið var sera
undirhaldandi, men mær dámdi ikki mátan, ið tað endaði. Tað er mín størsti kritikkur.
Eg helt, at tað var illa gjøgnumtonkt.
“The Wolverine” hevur sínar trupulleikar, men er
kortini ein góður og undirhaldandi superhetjufilmur. Tað er ikki ein av ársins mest
minniligu filmum, men hann er gott poppkorn-undirhald. Søgan er góð og fangandi,
hóast hon hevur trupulleikar og fer eitt sindur av sporinum í endanum, høvuðspersónurin
er kulur og dámligur, actionsenurnar eru undirhaldandi og skemtið er gott. Hann
er ikki fantastiskur, men gott undirhald. Eg má eisini leggja afturat,
at hann hevur eina kula senu í rullitekstunum, sum er verd at bíða eftir.
3,5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: James Mangold
Leikarar: Hugh Jackman, Tao Okamoto, Hiroyuki Sanada,
Rila Fukushima, Svetlana Khodchenkova, Famke Janssen
Ár: 2013
Ár: 2013
No comments:
Post a Comment