Eg var serliga áhugaður í hesum filminum, orsakað av sjónleikarunum,
sum vóru savnaðir: Jesse Eisenberg, Woody Harrelson, Isla Fisher, Mark Ruffalo,
Morgan Freeman,
Michael Caine og onnur. Tað er eisini kul at síggja ein film um eitt lið av
kendum sjónleikarum, sum arbeiða saman – eins og t.d. "Ocean's
Eleven" og "The Avengers".
Hetta er ein spenningsfilmur, sum siktar eftir at vera gott
poppkorn-undirhald við eini óforútsiguligari søgu. Eg haldi sjálvur, at
filmurin er okey og hampuliga undirhaldandi, men einki serligt og ikki sera minniligur. Tað er serliga orsakað av trupulleikum
við handritinum. Men hann er væl leikstjórnaður og hevur sera góðar
framførslur. Mær dámdi best framførslurnar hjá Morgan Freeman, Woody Harrelson
og Mark Ruffalo.
Morgan Freeman er tann kulasti og mest minniligi persónurin
í filminum. Hann ger allar sínar senur og frágreiðingar áhugaverdar og fangandi.
Persónurin, sum hann spælir, er sera undirhaldandi og áhugaverdur. Woody
Harrelson er stuttligur og undirhaldandi, og Mark Ruffalo gevur eina sera góða
framførslu. Mær dámdi eisini væl Jesse Eisenberg, Isla Fisher og Michael Caine.
Dave Franco var bert hampuliga góður.
Filmurin er væl leikstjórnaður av Louis Leterrier. Hann er
flott gjørdur og hevur nógvar góðar senur. Eitt gott dømi er ein bardagi í eini
íbúð. Hon er sera undirhaldandi og spennandi. Kameraarbeiðið er sera gott og
kreativt. Onkuntíð flýgur tað runt um høvuðspersónarnir og tað riggar væl.
Filmurin hevur eisini eina jagtsenu,
sum brúkar langar óavbrotnar upptøkur, og tað er rættiliga kreativt.
Tónleikurin er sera góður og fangandi. Hann hóskar væl saman við ta flotta
kameraarbeiðinum. Gyklasýningar eru eisini undirhaldandi og áhugaverdar. Filmurin
hevur óivað ein dugnaligan og kreativan leikstjóra.
Men tað, sum hindrar filminum at vera nakað serligt, eftir
mínari meining, er handritið. Søgan er óruddilig og hevur leysar endar, og persónarnir
eru eitt sindur tunnir. Eg hevði ringt við, at hava samkenslu við høvuðspersónunum.
Teir eru dámligir og hampuliga undirhaldandi, men ikki sera minniligir – uttan Woody
Harrelson. Sjónleikararnir geva sera góðar framførslur í leiklutum, sum ikki
eru sera væl skrivaðir. Summir hjápersónar eru tó áhugaverdir og væl skrivaðir,
sum t.d. leikluturin hjá Morgan Freeman.
Eg hevði ikki nakað serligt ímóti persónunum – uttan ein og
tað komi eg til um eina løtu. Teir flestu eru bara ikki sera minniligir. Har var tó ein persónur, sum mær ikki dámdi: Tann franska
kvinnan frá Interpol. Hon var keðilig og óinteressant. Hennara samanspæl við Mark
Ruffalo er okey, men ikki áhugavert ella fangandi. Forholdið millum teirra er
heldur ikki áhugavert og tað er ein stórur trupulleiki. Men teir størstu
trupulleikarnir við filminum eru í søguni. Í fyrru helvtini er hon ikki nakað
serligt, men okey og nóg mikið fangandi. Hon hevur eina áhugaverda handling,
sum er faktiskt eitt sindur original, og nógvar góðar senur.
Hon er eisini full av “twists” og í fyrru helvtini riggar
tað væl. Men í seinnu helvtini koma so nógv “twists”, at søgan verður ov
óruddilig og fløkjaslig. Tann síðsti triðingurin av filminum var rættiliga óruddiligur
og eg varð ørkymlaður. Søgan verður bara meira og meira fløkjaslig, og endar so
við einum brádligum enda. Endin á filminum er faktiskt tað, sum mær dámdi
minst. Eg helt hann vera vánaligan og skuffandi – eg fari sjálvandi ikki at
avdúka, hvat hendir. Filmurin endar knappliga, uttan at svara nøkrum
týdningarmiklum spurningum og hevur tí leysar endar. Harafturat er tann síðsta senan
gloymandi og óinteressant – ein óinteressantur máti at enda filmin.
“Now You See Me” er okey at hyggja eftir, men samanumtikið
einki serligt og eitt sindur gloymandi. Søgan hevur nógvar leysar endar og
verður seinni ov óruddilig. Persónarnir eru eitt sindur tunnir og tí torførir
at hava samkenslu við – teir bestu persónarnir eru teir, sum Morgan Freeman, Woody Harrelson og
Mark Ruffalo spæla. Filmurin hevur tó nógvar góðar senur, eitt sindur av góðum skemti og nakrar undirhaldandi
gyklasýningar. Hann er flott gjørdur, sera væl leiktur og samanumtikið væl
leikstjórnaður, men hevur trupulleikar við handritinum og – eftir
mínari meining – ein vánaligan enda.
2,5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Louis Leterrier
Leikarar: Jesse Eisenberg, Woody Harrelson, Isla Fisher,
Dave Franco, Mark Ruffalo, Mélanie Laurent, Morgan Freeman, Michael Caine
Ár: 2013
Ár: 2013
No comments:
Post a Comment