Thursday, December 31, 2015

The Peanuts Movie

Tann seinasti filmurin, sum eg ummæli í 2015, er nýggi teknifilmurin "The Peanuts Movie" – danska heitið er "Filmen om Radiserne: Med Nuser og Søren Brun". Eg ummæli ta ensku útgávuna. Hetta er ein nýggj filmatisering av gomlu teknirøðini og stuttfilmunum um Snoopy og Charlie Brown.

Saturday, December 26, 2015

Star Wars: The Force Awakens

Eg eri seinur við hesum, men eg vil fegin deila mítt ummæli av "Star Wars: The Force Awakens". Hetta var ein tann mest spennandi filmurin, sum man bíðaði eftir í 2015. Hetta er tann sjeyndi "Star Wars"-filmurin í røðini.