Tann seinasti filmurin, sum eg
ummæli í 2015, er nýggi teknifilmurin "The Peanuts Movie" – danska heitið er "Filmen
om Radiserne: Med Nuser og Søren Brun". Eg ummæli ta ensku útgávuna. Hetta er
ein nýggj filmatisering av gomlu teknirøðini og stuttfilmunum um Snoopy og
Charlie Brown.
Hetta er ein einføld handling, sum syrgir fyri eina søgu, ið lýsir gerandisdagin hjá børnunum. Meðan Charlie Brown og Snoopy eru høvuðspersónarnir, so hevur filmurin eina rúgvu av hjápersónum. Hetta er ein filmur, sum vísir gerandisdagin hjá børnunum í bygdini og hvussu tað er, at ganga í fólkaskúla. Úrslitið er satt at siga ein av mínum yndisfilmum frá 2015.
Hetta er ein fantastiskur,
sjarmerandi og nostalgiskur filmur, sum gjørdi meg í góðum lag. Tað er ein
næstan perfekt filmatisering av teknirøðini. Eg var ikki ein stórur fjeppari av
teknirøðini, tá eg var lítil, men eg las tær onkuntíð og hugdi ofta eftir
teknifilmunum í sjónvarpinum. Eg minnist betri stuttfilmarnir og "The Peanuts
Movie" er ein filmatisering, sum er sera trúføst ímóti stuttfilmunum.
Filmurin hevur ikki moderniserað
persónarnir ella umhvørvið, og tað dámar mær sera væl. Snoopy brúkar framvegis eina
skrivimaskinu, eins og í teknirøðini, hóast tað ikki er tíðarhóskandi í 2015. Animatiónin er
fantastisk og vøkur. Hetta er ein 3D-filmatisering, sum líkist akkurát teimum
gomlu teknirøðunum. Felagið handan filmin, Blue Sky Studios, hevur gjørt eitt
fantastiskt arbeiði við, at endurskapa teknistílin í 3D. Tónleikurin er góður og filmurin hevur næstan ongar kendir sjónleikarar. Ókend børn leggja
rødd til børnini og røddin hjá Snoopy er tikin frá gomlum upptøkum av Bill
Melendez frá teknifilmunum. Tað riggar sera væl.
Mær dámar best, at søgan er um
gerandisdagin hjá børnunum. Vit fygja teimum, meðan tey m.a. spæla
og ganga í skúla. Tað er ein góð søga um barndóm. Sum hyggjari virkar tað sum
um, at man býr í hesi bygdini og brúkar tíð saman við persónunum. Harumframt
eru Charlie Brown og Snoopy sera dámligir høvuðspersónar. Charlie er ein fittur
og fólkaligur drongur, og Snoopy er sera stuttligur. Senurnar við Snoopy, har
hann dagdroymir og skrivar skaldsøguna, eru sera undirhaldandi og stuttligar.
Filmurin hevur gott skemt og ein sera góðan enda. Mín einasti kritikkur
er, at onkuntíð verða modernaðir sangir spældir, sum ikki hóska til
stemningin. Filmurin er gamaldags og klassiskur, og so kemur brádliga ein
modernaður sangur – tað hóskar ikki saman.
"The Peanuts Movie" er ein næstan
perfekt filmatisering av Snoopy og Charlie Brown. Animatiónin er fantastisk,
røddirnar eru góðar og hóskandi, og søgan er passaliga gamaldags. Handritið er
skrivað av m.a. Bryan og Craig Schulz, sum eru eftirkomarar hjá rithøvundanum av
teknirøðini, Charles M. Schulz, og tað sæst í filminum. Tað er ein sera trúføst filmatisering, sum
ikki er moderniserað – burtursæð frá nøkrum sangum. Man hoyrir ongantíð, hvat
tey vaksnu siga – eins og í stuttfilmunum – og mær dámar eisini væl, at filmsfólkini brúktu gamlar upptøkur
til røddina hjá Snoopy. Tey hava gjørt sær ómak við, at endurskapa teknirøðina á stórskíggjanum og úrslitið er væleydnað.
4,5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Steve Martino
Leikarar: Noah Schnapp, Hadley Belle Miller, Mariel Sheets, Alexander Garfin,
Francesca Angelucci Capaldi, Troy Andrews, Kristin Chenoweth, Bill Melendez
Ár: 2015
Leikarar: Noah Schnapp, Hadley Belle Miller, Mariel Sheets, Alexander Garfin,
Francesca Angelucci Capaldi, Troy Andrews, Kristin Chenoweth, Bill Melendez
Ár: 2015
No comments:
Post a Comment