Friday, January 18, 2013

Jack Reacher (2012)


Leikstjóri
Christopher McQuarrie
Tom Cruise er spakuliga byrjaður at gerast ein kendur høvuðsleikari aftur. “Mission: Impossible – Ghost Protocol”, sum kom út í fjør, var í hvussu er eitt sera gott “comeback” hjá honum, og “Jack Reacher” er so hansara nýggjasti filmur.

Wednesday, January 16, 2013

The Three Stooges (2012)


Leikstjórar
Peter Farrelly
Bobby Farrelly
Í vár 2012 kom ein skemtifilmur út í USA, sum eg rokni við, at tey flestu í Føroyum ikki hava hoyrt um: “The Three Stooges”. Hann varð ikki vístur í biografunum í Føroyum. Hann er gjørdur eftir eini kendari røð av skettjum frá m.a. 1930’unum og 50’unum, sum æt “The Three Stooges”. Tað vóru tríggir sjónleikarar, sum spældu tríggir klombrutir vinmenn, og saman gjørdu teir nógvar av teimum stuttligastu skettjunum nakrantíð. Hesin filmurin er so ein modernað filmatisering og hann sá rættiliga vánaligur út frá treylarunum.

Wednesday, January 9, 2013

Midnight in Paris (2011)


Leikstjóri
Woody Allen
Woody Allen verður onkuntíð róptur tann mest produktivi leikstjórin í Hollywood, tí hann útgevur faktiskt ein nýggjan film hvørt ár. Tá ið eg hoyrdi um “Midnight in Paris” í 2011, var eg faktiskt ikki áhugaður. Treylarin fekk hann ikki til at síggja út sum nakað serligt. Men tað var sikkurt tí, at hann avdúkaði lítið av, hvat søgan var um. Tá ið tey sera góðu ummælini síðan komu út, gjørdist eg meira áhugaður og forvitin.

Wednesday, January 2, 2013

Abraham Lincoln: Vampire Hunter (2012)


Leikstjóri
Timur Beckmambetov
Ein actionfilmur um Abraham Lincoln, ið lýsir hann sum ein mann, sum drepur vampýrar? Tað er eitt láturligt, men stuttligt og áhugavert konsept. Tað kann syrgja fyri einum undirhaldandi actionfilmi.