Friday, January 18, 2013

Jack Reacher (2012)


Leikstjóri
Christopher McQuarrie
Tom Cruise er spakuliga byrjaður at gerast ein kendur høvuðsleikari aftur. “Mission: Impossible – Ghost Protocol”, sum kom út í fjør, var í hvussu er eitt sera gott “comeback” hjá honum, og “Jack Reacher” er so hansara nýggjasti filmur.

Tom Cruise spælir ein gátuførur detektivur, sum eitur Jack Reacher. Hann arbeiðir ikki fyri løgregluna ella nakað sovorðið. Hann er bara ein asosialur maður, sum arbeiðir sum detektivur einsamallur. Ein dagin verða fimm fólk í einum stórbýi dripin av einum sniðskjútta og sporini føra til ein hermann, sum eitur James Barr. Hann verður handtikin, men hansara sakførari ivast í, um hann kanska er ósekur. Hann sigur bara við løgregluna, at tey skulu finna Jack Reacher, og tað førir til, at sakførarin ansetir Jack til at kanna, um hann er sekur ella ei.

Treylarin fær hendan filmin til at síggja út sum ein týpiskur Tom Cruise-actionfilmur. Men hann er faktiskt ein detektiv-/spenningsfilmur við eitt sindur av action. Jack Reacher sjálvur minnir meg eitt sindur um Sherlock Holmes frá filmunum við Robert Downey Jr.: Ein detektivur, sum klárar at rokna alt møguligt út, sum onnur ikki hugsa um. Men er “Jack Reacher” ein fantastiskur detektivfilmur? Nei, men tað er ein góður detektivfilmur.

Tom Cruise er dámligur og sannførandi sum vanligt. Hann er ein áhugaverdur høvuðspersónur og tá ið hann er uppií eini actionsenu, so er hann sannførandi, sum hann plagar at vera. Hann er framvegis ein sannførandi actionsjónleikari – tað prógvaði “Mission: Impossible – Ghost Protocol” eisini. Mær dámar væl, at tá ið man fyrstu ferð hittir hann, veit man ikki, hvør hann er. Hann er ein gátuførur persónur, sum man lærir betri at kenna gjøgnum filmin og tað er rættiliga áhugavert. Hinar framførslurnar eru eisini góðar. Mær dámdi serliga Robert DuVall. Hann spælir ein sera góðan og undirhaldandi leiklut, sum fekk meg faktiskt at flenna av og á.

Eitt serstakt, sum eg uppdagaði við hesum filminum, er, at actionsenurnar eru rættiliga realistiskar. Jú, summi ting eru eitt sindur yvirdrivin, men samanumtikið eru tær realistiskar. Tær eru eisini væl leikstjórnaðar. Eitt annað, sum serstakt við teimum, er, at tær hava oftast ongan bakgrundstónleik. Eitt gott dømi er ein biljagtsena. Man hoyrir bara gangin av motorunum og øðrum realistiskum ljóð-effektum, og tað ger faktiskt senuna meira spennandi. Klimaksið er eisini sera væl leikstjórnað og spennandi. Leikstjórin Christopher McQuarrie hevur gjørt eitt gott arbeiði við actionsenunum.

Filmurin brúkar eisini onkuntíð nakrar kreativar kameravinklar, sum t.d. í biljagtsenuni. Søgan er ikki perfekt, men rættiliga góð og áhugaverd. Eg má viðganga, at hon fangaði ikki mín áhuga í uml. teimum fystu 15 minuttunum, men tá ið Jack byrjaði at granska málið, gjørdist hon spennandi og fangandi. Eg má eisini siga, at tann fyrsta senan í filminum er sera væl gjøgnumførd. Hon er sera spennandi og passaliga sjokerandi. Filmurin hevur eisini nakrar fáar nervapirrandi senur, sum uppbyggja nógvan spenning.

Men filmurin hevur eisini nakrar trupulleikar. Í summum senum, tá ið Jack roknar okkurt út, er tað eitt sindur torført at fylgja við. Hann roknar okkurt út og sigur skjótt frá, hvussu okkurt hongur saman, og eg skilti tað ikki altíð, tí hann greiddi frá ov skjótt. Filmurin hevur eisini ein skurk, sum ikki er sera áhugaverdur ella væl skrivaður. Sjónleikarin gevur eina góða framførslu, men man lærir ikki persónin væl at kenna. Tá ið filmurin var liðugur, hugsaði eg, at hevði fegin viljað vitað meira um hann. Ein annar stórur trupulleiki, sum eg vil nevna, kann eg ikki greiða frá, tí so avdúki eg ov nógv av søguni. Eg sigi bara, at í síðsta hálva tímanum av filminum ger onkur persónur (ikki Jack Reacher) okkurt óvæntað, og filmurin kemur ongantíð við eini frágreiðing um, hví hesin persónurin ger tað.

Samanumtikið er “Jack Reacher” ein góður, áhugaverdur, spennandi og undirhaldandi detektivfilmur. Tom Cruise gevur eina góða og sannførandi framførslu, og søgan er nóg áhugaverd til, at man vil vita, hvussu alt hongur saman. Filmurin hevur faktiskt eisini nakrar stuttligar løtur av og á, og tað hevði eg als ikki væntað. Actionsenurnar eru væl leikstjórnaðar, undirhaldandi og realistiskt gjørdar – tað dámdi mær serstakliga væl. Hetta er ikki ein fantastiskur og minniligur filmur, sum eg ætli mær at hyggja eftir fleiri ferðir, men ein góður og undirhaldandi detektivfilmur.

3,5 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment