Wednesday, January 16, 2013

The Three Stooges (2012)


Leikstjórar
Peter Farrelly
Bobby Farrelly
Í vár 2012 kom ein skemtifilmur út í USA, sum eg rokni við, at tey flestu í Føroyum ikki hava hoyrt um: “The Three Stooges”. Hann varð ikki vístur í biografunum í Føroyum. Hann er gjørdur eftir eini kendari røð av skettjum frá m.a. 1930’unum og 50’unum, sum æt “The Three Stooges”. Tað vóru tríggir sjónleikarar, sum spældu tríggir klombrutir vinmenn, og saman gjørdu teir nógvar av teimum stuttligastu skettjunum nakrantíð. Hesin filmurin er so ein modernað filmatisering og hann sá rættiliga vánaligur út frá treylarunum.

Filmurin eru um tríggir klombrutir og býttir vinmenn, sum eita Larry, Moe og Curly. Teir búgva í einum barnaheimi, sum teir vuksu upp í, av tí at teir ongantíð vórðu adopteraðir. Ein dagin vísir tað seg, at fíggjarstøðan hjá barnaheiminum er so vánalig, at tað verður stongt um ein mánaða. Tá gera teir av, at flyta inn í stórbýin og royna at skaffa pening, fyri at bjarga barnaheiminum.

Søgan er bert ein orsøk til, at hava eina røð av senum við gamaldags “slapstick”-skemti. Hetta er ein sera einfaldur skemtifilmur, sum bert roynir at vera gamaldags undirhald. 
Men tíverri er tað ikki sera væl eydnað. Hesin filmurin hevur nakrar stuttligar løtur, men er sum heild als ikki so stuttligur, sum hann roynir at vera. Hann er faktiskt leikstjórnaður av Peter og Bobby Farrelly, sum eisini gjørdu "Dumb and Dumber", so skemtið burdi verið væl gjøgnumført. Hetta er ikki ein av ársins vánaligastu filmum, men hann er heldur ikki sera góður. Hann er stutt sagt einki serligt, men hevur nakrar stuttligar løtur.

Tað, sum mær dámdi best við filminum, vóru høvuðspersónarnir. Teir eru dámligir og sjónleikararnir gera eitt gott arbeiði. Teir herma bert eftir teimum gomlu “Three Stooges”, men teir duga tað væl. Will Sasso dugir serstakliga væl at spæla Curly. Teir gera sítt besta við tí, sum teir hava at arbeiða við. Allar hinar framførslurnar eru hampuligar, men gloymandi og einki serligt. Larry David og ein maður, sum spælir ein skurkur, fáa onkuntíð okkurt stuttligt at gera, men handritið gevur tíverri hinum leikarunum einki stuttligt at arbeiða við. Jane Lynch, sum er ein sera stuttligur sjónleikari, spælir ein nonna, sum hevur einki at gera og ongantíð sigur ella ger nakað stuttligt. Tað er løgið, tí hví varð hon so vald til leiklutin?

Hetta er ein filmur, sum ikki er væl skrivaður, men hevur nakrar stuttligar løtur. Onkuntíð gjørdu Larry, Moe og Curly okkurt, sum var so ekstremt, at eg mátti bara flenna. Eg flenti av og á og sjarman hjá høvuðspersónunum gjørdi, at eg var nóg áhugaður til at hyggja allan vegin gjøgnum. Filmurin hevur eisini nakrar ávísingar til tær gomlu skettjirnar, sum t.d. temasangurin, og tað var stuttligt at síggja. Men hetta er ein filmur, sum er fullur av jokes’um, so tað er spell, at eg flenti bert onkuntíð. Hann roynir at vera stuttligur alla tíðina og tað eydnast bara ikki. Mær dámar væl “slapstick”-skemt, men í hesum filminum miseydnast tær flestu jokes’nar. Men mær dámdi væl m.a. senuna, sum gjørdi gjøldur burtur úr “Jersey Shore”.

Søgan er ikki sera góð. Hon hevur m.a. nakrar skurkar, sum følast fullkomiliga óneyðugir og hava eina býtta og óinteressanta ætlan. Søgan er tolulig tann fyrsta tíman, men í síðsta hálva tímanum verður hon býtt, vánalig og óinteressant, tí tá kemur eitt býtt “twist”, sum gevur onga meining. Tað føldist sum nakað, sum varð koyrt uppí í síðstu løtu, og tað oyðilegði søguna í restini av filminum. Klimaksið er skuffandi, meiningsleyst og illa skrivað, og endin er vánaligur, forútsiguligur og rættiliga “cheesy” – men tað næstsíðsta klippið í filminum, sum hevur okkurt við hestar at gera (eg vil ikki avdúka meira), er stuttligt og undirhaldandi.

“The Three Stooges” er ein miseydnaður skemtifilmur, sum kundi verið øgiliga vánaligur, men er faktiskt ikki so galin, tí hann hevur dámligir høvuðspersónar og nakrar stuttligar løtur. Men hann er heldur ikki góður. Tað er ein av teimum filmunum, sum man ikki hevur nógv ímóti at hyggja eftir, men gloymir burtur aftaná hann er liðugur – t.v.s. ein gloymandi filmur. Handritið er ikki sera gott og 80% av skemtinum miseydnast. Um jokes’nar í einum skemtifilmi ikki fáa meg at flenna, so er hann miseydnaður. Men sum sagt, so hevur hann nakrar stuttligar og væl eydnaðar jokes, so hann er ikki strævin at hyggja eftir. Hann er bara gloymandi og einki serligt.

2,5 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment