Wednesday, May 30, 2012

The Last Airbender (2010)

Instruktørur
M. Night Shyamalan
"The Last Airbender" er gjørdur eftir einari teknifilms-seriu, sum eitur "Avatar: The Last Airbender", men eg havi ongantíð sæð hana, so eg fari ikki at samanbera filmin við hana. Men eg má tíverri viðganga, at hesin filmurin er ikki sera góður.

The Big Lebowski (1998)

Leikstjóri
Joel Coen
"The Big Lebowski" er ein skemtifilmur frá 1998, sum er gjørdur av Joel og Ethan Coen; vanligt kallaðir Coen-beiggjarnir. Teir hava gjørt nógvir kendir filmar, bæði skemtiligir og dramatiskir, sum t.d. "Raising Arizona", "No Country For Old Men" og "True Grit". Hetta er so ein av teirra kendastu filmum. Tá ið hann kom út, var hann ikki ein succes í biografunum, men í dag er hann sera væl umtóktur.

Wednesday, May 16, 2012

Abduction (2011)

Leikstjóri
John Singleton
Eg má fyrst og fremst viðganga, at eg havi ongantíð sæð "Twilight"-filmarnir. Eg helt bara ongantíð, at teir sóu góðir ella áhugaverdir út. Orsakað av hesum, so kendi eg ikki væl høvuðsleikaran í "Abduction", Taylor Lautner - hann er kendur fyri at spæla Jacob Black í "Twilight"-filmunum. Eg visti, hvør hann var, men eg hevði ongantíð sæð hann spælt í einum filmi. Eg helt ikki, at hann sá út til at vera ein góður sjónleikari, men eg gjørdi av at geva honum ein kjans. 

Thursday, May 10, 2012

Battleship (2012)

Leikstjóri
Peter Berg
Summir filmar eru bert ætlaðir at vera meiningsleyst undirhald. Eg kann gott dáma slíkar filmar, tí teir eru onkuntíð stuttligir at hyggja eftir. Eitt gott dømi er tann fyrsti "Transformers"-filmurin. Søgan er býtt og persónarnir eru ikki djúpir, men filmurin er kortini undirhaldandi. Hann er bara býtt, meiningsleyst undirhald. Eg væntaði so, at "Battleship" fór at vera tað sama. Ein býttur, meiningsleysur, men tó undirhaldandi actionfilmur - hvat skal man annars vænta, tá hann er gjørdur eftir einum borðspæli? Treylarin fekk hann enntá til at síggja út sum ein kopi av "Transformers".

Wednesday, May 2, 2012

The Avengers (2012)

Leikstjóri
Joss Whedon
Eg havi sagt fyrr, at mær dámar sera væl superhetjufilmar. Tá ið teir eru væl gjørdir, so eru teir sera undirhaldandi og fangandi. Eg var tískil spentur til at síggja hendan filmin. Mær dámdi sera væl hugskotið um, at hava m.a. Iron Man, Thor, Captain America og The Hulk í sama filmi. Men tað er torført at syrgja fyri, at eitt sovorðið ambitiøst projekt ikki skuffar. Eg havi sæð filmar, sum ikki liva upp til teirra potentiali, men tíbetur er “The Avengers” ein undantøka. Hesin filmurin livir upp til sítt potentiali og er, eftir mínari meining, tann besti Marvel-superhetjufilmurin higartil. Ein av teimum bestu filmunum, sum eg havi sæð í ár.