Wednesday, May 30, 2012

The Big Lebowski (1998)

Leikstjóri
Joel Coen
"The Big Lebowski" er ein skemtifilmur frá 1998, sum er gjørdur av Joel og Ethan Coen; vanligt kallaðir Coen-beiggjarnir. Teir hava gjørt nógvir kendir filmar, bæði skemtiligir og dramatiskir, sum t.d. "Raising Arizona", "No Country For Old Men" og "True Grit". Hetta er so ein av teirra kendastu filmum. Tá ið hann kom út, var hann ikki ein succes í biografunum, men í dag er hann sera væl umtóktur.

Søgan er um ein dovnan, arbeiðsleysan mann, sum eitur Jeffrey Lebowski (Jeff Bridges), men verður vanligt kallaður The Dude. Tað einasta, sum hann ger í gerandisdegnum, er at roykja og bovla saman við vinunum, Walter (John Goodman) og Donny (Steve Buscemi). Ein dagin verður hann blandaður við einum ríkum manni, sum eisini eitur Jeffrey Lebowski (David Huddleston). Men stutt eftir at The Dude hevur hitt hesum manninum, verður kona hansara brádliga kidnappað. Tá biður hann The Dude hjálpa til við at bjarga henni og tað vísir seg at hava stórar fylgir í hansara lívi.

Hetta er tann næsti filmurin hjá Coen-beiggjunum, sum havi sæð higartil - tann fyrsti var skemtifilmurin "Raising Arizona". Eg má siga, at mær dámar teir sera væl higartil. Mær dámdi sera væl "The Big Lebowski". Tað er ein av teimum stuttligastu filmunum, sum eg havi sæð í langa tíð. Eitt tað besta við honum er dialogurin. Hann er sera væl skrivaður og virkar fullkomiliga natúrligur. Filmurin er fullur av minniligum, stuttligum sitatum, og samrøðurnar virka so natúrligar, at man skuldi trúð, at tær vóru improviseraðar. 

Persónarnir eru eisini sera dámligir og minniligir. Jeff Bridges og John Goodman eru sera stuttligir á hvør sínum egna máta, og vit fáa eisini stuttligar framførslur frá m.a. Steve Buscemi, John Turtorro og Philip Seymour Hoffmann - og eina framførslu frá Julianne Moore, sum er so mikið góð, at hon er ring at kenna aftur. Harafturat hevur filmurin eina sera kula, minniliga framførslu frá Sam Elliott. 

Sum eg segði í áðni, so er hetta ein av teimum stuttligastu filmunum, sum eg havi sæð í langa tíð. Eg flenti ferðir gjøgnum allan filmin; og hann gevst ongantíð við at vera stuttligur og undirhaldandi. Skemtið er sera væl skrivað og óforútsiguligt. Tað varierar millum t.d. stuttligar replikkir og óvæntaðar, visuellar jokes. Mær dámar serliga tær stuttligu samrøðurnar millum Jeff Bridges, John Goodman og Steve Buscemi. Tær fingu meg ofta til at flenna hart.

Søgan er sera óforútsigulig og tað er sera undirhaldandi. Man veit ongantíð, hvat fer at henda í næstu senuni, tí The Dude ferðast bara frá einum staði til okkurt heilt annað. Eg meini, í einari senu er The Dude kanska t.d. heima hjá tí ríka Jeff Lebowski og í tí næstu er so hann úti og bovlar. Man veit ongantíð, hvat fer at henda, og tað ger filmin sera óforútsiguligan og fangandi. Tað er eisini undirhaldandi at síggja alt tað tilvildarliga, sum hendir í lívinum hjá The Dude. Harafturat er kameraarbeiðið hjá Roger Deakins sera gott. Mær dámar væl, at tá ið onkur t.d. bovlar, so er kameraið beint aftanfyri bovlingkúluni og fylgir henni. Eg má eisini leggja afturat, at filmurin hevur nakrar sera flott gjørdar, undirhaldandi dreymasenur - t.v.s senur, har The Dude droymir okkurt - og nakrir sera góðir, fangandi og hóskandi rocksangir.

"The Big Lebowski" er ein sera stuttligur, undirhaldandi skemtifilmur. Coen-beiggjarnir hava sera gott skil fyri m.a. dialogi og skemti. Jeff Bridges er eisini ein av mínum yndissjónleikarum og hetta er ein av hansara mest minniligu framførslum. Filmurin hevur eisini m.a. eina fangandi, óforútsiguliga søgu, góðar rocksangir, flottar dreymasenur og gott kameraarbeiði. Hetta er ein av teimum filmunum, sum man siterar nógv aftaná, at man hevur sæð hann - tí sum sagt, so er hann fullur av minniligum sitatum.

4 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment