Leikstjóri John Singleton |
Søgan er um ein tanáring, sum eitur Nathan (Taylor Lautner). Hann skal gera eina skúlauppgávu saman við eini gentu í flokkinum, Karen (Lily Collins), og meðan tey sita og arbeiða, fara tey inn á eina heimasíðu, har man sær myndir av børnum, sum eru horvin. Tey finna eisini eina heimasíðu, sum vísir, hvussu tey høvdu sæð út í dag. Tá vísir tað seg, at ein av børnunum er Nathan sjálvur. Hann finnur út av, at hansara foreldur eru ikki hansara foreldur. Júst tá koma nakrir njósnarar til hansara hús, drepa hansara fosturforeldir og byrja at jagstra hann. Tískil flýggja hann og Karen, og nú noyðast tey at renna undan njósnarunum fyri at yvirliva - og samstundis má Nathan finna út av, hvør hann er.
Eg má bara siga beinavegin, at mær dámdi als ikki hendan filmin. Eg helt, at hann var øgiliga keðiligur og óinteressantur - og tað er ein actionfilmur, so hann eigur ikki at vera keðiligur. Søgan er vánalig, kliché-agtig og onkuntíð illa søgd. Orsøkin til, at njósnararnir eru eftir Nathan, er illa søgd og ørkymlandi. Filmurin skundar sær so skjótt gjøgnum frágreiðingina, at tað er ringt at skilja tað. Søgan er eisini tunn og óinteressant. Hon byggir ikki upp til nakað spennandi og áhugavert. Filmurin hevur eisini næstan onga persónsmenning og tað ger, so at man leggur onki í persónarnir. Eg legði onki í, hvat fór at henda við Nathan og Karen og tað gjørdi, so at har var ongin spenningur. Romantikkurin millum tey er heldur ikki sannførandi, tí hann virkar ikki nátúrligur. Hann virkar ov opinlýsur og tvungin. Harafturat hava summir hjápersónar í filminum næstan ongan persónleika. Teir eru bara har fyri at hjálpa Nathan og Karen av og á.
Framførslurnar eru ikki sera góðar. Taylor Lautner er ikki ein góður sjónleikari. Hann er ikki so vánaligur, sum miðlarnir fáa hann til at síggja út til at vera, men hann er heldur ikki góður. Hann er bara sera stívur og tað ger hann til ein keðiligan høvuðspersón. Lily Collins er okey, men ikki fullkomiliga sannførandi. Hon yvirspælir av og á. Alfred Molina er okey og Jason Isaacs er hampuliga góður, men teir fáa báðir lítið at gera í filminum. Sigourney Weaver harafturímóti gevur eina vánaliga og sera stíva framførslu. Hon er ein sera góður sjónleikari, men í hesum filminum sær hon út til at keða seg - eins og at hon als ikki tímir at gera eitt gott arbeiði. Eg giti tí, at hon bara spældi í hesum filminum fyri pengarnir.
Dialogurin í filminum er eisini illa skrivaður. Hann inniheldur nakrar sera láturligar replikkir. Men mær dámdi tó summar actionsenur í filminum. Tær eru flott gjørdar og Taylor Lautner er ein góður stuntmaður. Mær dámdi serliga eina senu í einum toki, har hann berjist ímóti einum skurki. Men actionsenurnar eru fáar í tali og ikki sera minniligar. Tað er als ikki nóg mikið til at bjarga filminum. "Abduction" er bara ein keðiligur, óinteressantur actionfilmur, sum man gloymir stutt aftaná, at man hevur sæð hann. Søgan er keðilig, illa søgd og kliché-agtig, persónarnir eru tunnir og óinteressantir, framførslurnar eru ikki nakað serligt og actionsenurnar eru ikki minniligar.
1,5 / 5 stjørnur
No comments:
Post a Comment