Instruktørur M. Night Shyamalan |
Men eg skal fyrst nevna tað góða. Effektirnar eru sera flottar, kameraarbeiðið er flott, tónleikurin er góður (tó ikki sera minniligur) og summar action-senur eru góðar. Men hesin filmurin er sum heild miseydnaður, mest orsakað av einum vánaligum manuskripti. Søgan er vánalig, rokaslig og illa fortald. Tað virkar sum um, at instruktørurin, M. Night Shyamalan, hevur roynt at stappa eina rúgvu av pørtum í ein 103 minuttir-film, og tað ger tað onkuntíð torført at fylgja við - og summir spurningar, ið vit seta, verða ongantíð svaraðir.
Tað er eisini strævið, at tað mesta av søguni verður fortald gjøgnum dialog - tað ger eisini filmin ofta keðiligan. Dialogurin er eisini rættiliga láturligur. Summar senur, ið áttu at vera dramatiskar, vóru bara láturligar, orsakað av tí vánaligu dialogini. Tað hjálpir heldur ikki, at tær flestu framførslurnar eru stívar og vánaligar - serliga gentan, sum spældi Katara. Tann einasti sjónleikarin, ið ger eitt hampuligt arbeiði, er Dev Patel frá "Slumdog Millionaire".
Ein tann størsti trupulleikin við filminum er, at hann er ikki sera undirhaldandi. Tær flestu actionsenurnar eru keðiligar og stemningurin er so yvirdrivið dramatiskur, at filmurin verður bara keðiligur - av tí at framførslurnar og dialogurin eru vánaligar, er tað torført at taka tann dramatiska stemningin seriøst. Av og á fáa vit nakran góðan action og pent kameraarbeiði, men tær løturnar eru ov fáar til at bjarga filminum.
2 / 5 stjørnur
No comments:
Post a Comment