Leikstjóri Bennett Miller |
Søgan fer fram í ár 2001. Tað stendur illa til í baseball-felagnum Oakland Athletics. Teir tapa næstan allir dystirnir, tríggir av teirra bestu leikarum eru givnir og teir hava eitt lágt budget. Leiðarin í felagnum, Billy Beane (Brad Pitt), setir tí ein ungan hjálpara í starv, Peter Brandt (Jonah Hill), og teir byrja so báðir at savna liðið við eini øðrvísi skipan: Teir keypa bíligir leikarar, sum eru lítið verdir og onnur feløg ikki vilja hava. Teir døma eftir, hvussu teirra statistikkir eru - eg dugi ikki greiða frá tí, men tað eru statistikkir, sum vísa, hvussu væl teir duga. Tað er eitt sera vandamikið hugskot og fleiri fólk eru skeptisk, men Billy og Peter vága tað og trúgva uppá, at tað fer at eydnast.
Ein filmur við eini slíkari søgu kann lætt gerast keðiligur fyri tey, sum ikki eru áhugað í baseball - og eg eri ein av teimum, sum eru hvørki áhugað í baseball ella eingongd fótbólti. Men soleiðis er ikki við "Moneyball". Leikstjórin, Bennett Miller, hevur gjørt ein baseball-film, sum eisini er áhugaverdur fyri tey, sum ikki dáma baseball. Ein filmur, sum øll kunnu dáma; eisini tey, sum ikki vita nakað um baseball. Hetta er ein fantastiskur og áhugaverdur filmur. Tað er serliga orsakað av framførslunum og einum sera væl skrivaðum manuskripti.
Søgan er sera áhugaverd og fangandi. Tað er sera áhugavert at síggja, hvussu liðið verður sett saman og skipað. Eitt, sum ger filmin serstakliga góðan, er persónarnir. Vit læra teir flestu leikararnir í Oakland Athletics at kenna og tað er gott, tí so koma vit til at ynskja, at teir skulu vinna dystirnir. Tað ger filmin spennandi og fangandi, tá ið vit síggja dystirnir. Manuskriptið er fantastiskt og sera væl skrivað. Umframt teir dámligu persónarnir, so hevur filmurin eisini sera væl skrivaðan dialog. Samrøðurnar virka nátúrligar og tað er ein stórur fyrimunir, tí filmurin brúkar tað mesta av tíðini til senur, har persónar tosa. Tað hevði lætt kunnað verið keðiligt, men tann góði dialogurin syrgir altíð fyri, at tað er áhugavert at lurta eftir.
Filmurin hevur bæði væl eydnað drama og eitt sindur av góðum skemti. Umframt høvuðssøguna, so hevur hann eisini eina søgu um forholdið millum Billy og dóttur hansara. Tann søgan er sera væl eydnað. Hon virkar nátúrlig og drama'ið er sera rørandi. Framførslurnar eru eisini sera góðar og sannførandi. Brad Pitt gevur eina sera góða framførslu. Hann er ein dámligur høvuðspersónur og man hevur samkenslu við honum. Eg varð ovfarin av Jonah Hill. Hann plagar bara at spæla skemtiligar leiklutir, men í hesum filminum hevur hann ein meira dramatiskan leiklut. Hann gevur eina sera góða framførslu, sum er fullkomliga øðrvísi enn aðrar framførslur, ið hann plagar at geva, og samstundis er hann eisini stuttligur. Hetta er óivað hansara besta framførsla higartil.
Tað einasta, sum eg má kritisera, er, at filmurin er eitt sindur ov langur. Tá ið uml. 20 minuttir vóru eftir, byrjaði hann at følast langdrigin. Men samanumtikið er "Moneyball" ein fantastiskur og áhugaverdur filmur. Manuskriptið er sera væl skrivað, tí søgan er góð og áhugaverd, og dialogurin er áhugaverdur, nátúrligur og undirhaldandi. Hesin filmurin hevði lætt kunnað verið keðiligur, av tí at hann handlar um, at seta eitt baseball-lið saman, men orsakað av einum sera góðum manuskripti, góðum framførslum og góðari leikstjórnan, so er hann fantastiskur og áhugaverdur - eisini fyri tey, sum ikki dáma baseball.
4,5 / 5 stjørnur
No comments:
Post a Comment