Saturday, December 16, 2017

Star Wars: The Last Jedi

Filmsrøðin um "Star Wars" heldur fram við "The Last Jedi". Rey (Daisy Ridley) hevur funnið Luke Skywalker (Mark Hamill) og samstundis royna uppreistrarfólkini at flýggja frá skurkunum, The First Order.

Saturday, December 9, 2017

The Disaster Artist

Í 2003 kom ein filmur út við heitinum "The Room". Hann gjørdist kendur fyri at vera ein tann vánaligasti filmurin nakrantíð, men kortini stuttligur at hyggja eftir. Eg sá hann langt síðani og eg flenti nógv. Leikstjórin, rithøvundurin og høvuðsleikarin var Tommy Wiseau; ein ókendur sjónleikari, sum gav eina sera vánliga og minniliga framførslu. Nú hevur James Franco leikstjórnað ein film um, hvussu "The Room" varð framleiddur  gjørt eftir bókini "The Disaster Artist" hjá Tom Bissell og Greg Sestero, sum er besti vinurin hjá Tommy.