Eg havi lurtað eftir ljóðbókini og tað
er ein sera áhugaverd søga. Í gjár hugdi eg eftir filminum í Onglandi og hann
gjørdist ein av mínum yndisfilmum í ár. "The Disaster Artist" er ein
fantastiskur, stuttligur, undirhaldandi og áhugaverdur skemtifilmur. Søgan
leggur dent á vinarlagið millum Greg og Tommy, og teir eru báðir dámligir
persónar. Tommy er løgin og ófólkaligur, men sera stuttligur. Hann er ein sera vánaligur leikstjóri og sjónleikari, men tað er undirhaldandi at hyggja eftir. Dialogurin
er minniligur og skemtið er sera stuttligt.
James Franco gevur eina fantastiska
framførslu og hetta er ein avbjóðandi leiklutur. Um man hevur sæð "The Room" ella samrøður við Tommy Wiseau, so veit man, hann er ein løgin og óvanligur
persónur í veruleikanum. Framførslan hjá James Franco er bæði stuttlig og
sannførandi. Hann tosar líka sum Tommy Wiseau, men tað sær kortini ikki út sum,
at hann bert hermir eftir honum – ein sannførandi framførsla. Dave Franco er
sera góður og vinarlagið er sannførandi. Mær dámdi eisini væl Seth Rogen sum umsjónarmaðurin, ið roynir at halda skil á filminum hjá Tommy.
Filmsfólkini hava megnað væl at
endurskapa senur frá "The Room". Tað er stuttligt og áhugavert at síggja
framleiðsluna. Tað minnir um ein dokumentarfilm, serliga orsakað av myndatøkuni,
sum er ofta handhildin. Hetta er ein áhugaverd søga um ein ambitiøsan leikstjóra,
sum ikki hevur skil fyri at gera film. Mær dámar sera væl bókina og mín
kritikkur er, at eg hevði fegin viljað sæð fleiri partar av framleiðsluni, sum
vórðu nevnd. Hetta er ein góð og væleydnað filmatisering, men mær
dámdi bókina eitt sindur betri. Hinvegin hava tey eisini tikið summir partar av bókini burtur, sum mær dámdi minni væl og tað er ein fyrimunur. Eg geri bara
samanberingar og finni ikki nógv annað at kritisera.
"The Disaster Artist" er ein tann besti filmurin, sum eg havi sæð í ár. Skemtið er sera stuttligt og tað er ein áhugaverd søga um, hvussu man ger ein vánaligan film. Tað er sera stuttligt at síggja framleiðsluna, og Tommy Wiseau er ein stuttligur og áhugaverdur høvuðspersónur. James Franco gevur eina fantastiska, stuttliga og minniliga framførslu, og hann hevur eisini gjørt eitt megnararbeiði sum leikstjóri.
"The Disaster Artist" er ein tann besti filmurin, sum eg havi sæð í ár. Skemtið er sera stuttligt og tað er ein áhugaverd søga um, hvussu man ger ein vánaligan film. Tað er sera stuttligt at síggja framleiðsluna, og Tommy Wiseau er ein stuttligur og áhugaverdur høvuðspersónur. James Franco gevur eina fantastiska, stuttliga og minniliga framførslu, og hann hevur eisini gjørt eitt megnararbeiði sum leikstjóri.
4,5 / 5
stjørnur
Leikstjóri: James Franco
Leikstjóri: James Franco
Leikarar: James Franco, Dave Franco, Seth Rogen, Alison
Brie, Ari Graynor, Josh Hutcherson, Jacki Weaver, Zac Efron, Hannibal Buress
No comments:
Post a Comment