Thursday, June 9, 2022

Top Gun: Maverick

Tom Cruise er farin aftur til ein av sínum fyrstu leiklutum, Maverick í Top Gun. Eittarin kom út í 1986 og verður mettur sum ein klassikari. Pete Mitchell – vanligt nevndur Maverick – er ein tann besti flogskiparin í amerikanska herflotanum. Eftir meir enn 30 ár í starvi, verður hann sendur aftur til skúlan Top Gun fyri at undirvísa nýggjum flogskiparum, ið hava fingið eina lívshættisliga missión.


Wednesday, February 23, 2022

Trom

Ein tann størsta føroyska filmsverkætlanin nakrantíð er sjónvarpsrøðin Trom. Hon er í seks pørtum og íspunnin úr skaldsøgunum hjá Jógvani Isaksen. Hon er tøk bæði á Viaplay og Kringvarpi Føroya. Danski journalisturin Hannis Martinsson (Ulrich Thomsen) fer heim til Føroya, tí hann fær eini boð. Ein ung kvinna, Sonja á Heyggi (Helena Heðinsdóttir), sigur seg vera dóttir hansara. Hon er aktivistur og heldur seg vera í lívsvanda. Men tá hann so kemur til Føroya, verður hon funnin deyð í Sandagerði.

Friday, December 31, 2021

The Shrink Next Door

Nú er nýggjársaftan og eg vil fegin gera okkurt øðrvísi. Hesuferð ummæli eg ikki ein film, men eina stuttrøð á Apple TV+. Seinastu árini havi eg verið meira drigin til sjónvarpsrøðir enn filmar, og serliga nú tá vit hava fleiri stroymingtænastur. Í fjør fór Will Ferrell í samstarv við Netflix, og úrslitið var ein stuttligur og sjarmerandi skemtifilmur um Eurovision Song Contest. Hansara næsta verkætlan var ein dramarøð á Apple TV+: The Shrink Next Door. Hetta er gjørt eftir eina sanna søgu. Marty Markowitz (Will Ferrell) stríðist við angist og fer tí til sálarfrøðingin Dr. Ike Herschkopf (Paul Rudd). Í byrjanini fær hann góða sálarliga viðgerð og teir gerast vinir. Men so byrjar Ike at yvirtaka alt lívið hjá Marty.