Friday, December 31, 2021

The Shrink Next Door

Nú er nýggjársaftan og eg vil fegin gera okkurt øðrvísi. Hesuferð ummæli eg ikki ein film, men eina stuttrøð á Apple TV+. Seinastu árini havi eg verið meira drigin til sjónvarpsrøðir enn filmar, og serliga nú tá vit hava fleiri stroymingtænastur. Í fjør fór Will Ferrell í samstarv við Netflix, og úrslitið var ein stuttligur og sjarmerandi skemtifilmur um Eurovision Song Contest. Hansara næsta verkætlan var ein dramarøð á Apple TV+: The Shrink Next Door. Hetta er gjørt eftir eina sanna søgu. Marty Markowitz (Will Ferrell) stríðist við angist og fer tí til sálarfrøðingin Dr. Ike Herschkopf (Paul Rudd). Í byrjanini fær hann góða sálarliga viðgerð og teir gerast vinir. Men so byrjar Ike at yvirtaka alt lívið hjá Marty.

Eg var serliga áhugaður orsakað av Will Ferrell og Paul Rudd. Tveir av mínum yndissjónleikarum og teir hava altíð riggað væl saman. Men hesuferð er tað ikki ein skemtifilmur. Hetta er ein dramarøð, sum eisini hevur eitt sindur av skemti. Hon hevur sínar feilir og kemur eitt sindur seint í gongd, men samanumtikið er hon sera góð. Hon er í átta pørtum og í byrjanini skal man vera tolin. Fyrsti partur var avslappaður og seinur, men fangaði mín áhuga. Hann var stutt sagt um fyrstu viðgerðina og nýtti nógvan dialog. Sum tíðin gongur, so gerst søgan djúpri og vit læra persónarnar betri at kenna. Marty er góðtrúgvin og tað er áhugavert at síggja, hvussu Dr. Ike ávirkar hann. 

 

Framførslurnar eru sera góðar. Will Ferrell hevur ein dramatiskan leiklut og hann megnar tað væl. Marty er ein smæðin maður, sum hevur vánaligt sjálvsálit. Tískil er framførslan hjá Ferrell ofta avmarkað, men tað hóskar væl til leiklutin. Í seinastu pørtunum gevur hann ein av sínum bestu framførslum nakrantíð. Eg var serliga imponeraður av Paul Rudd. Hann hevur altíð verið ein dámligur sjónleikari og tískil vil man dáma persónin, ið hann spælir. Dr. Ike virkar sum ein sera blíður, hjálpsamur og dugnaligur sálarfrøðingur. Men innast inni er kanska ikki so fittur kortini? Hetta riggar væl til Paul Rudd. Man hevur álit á honum, men kortini er hann gátuførur og torførur at rokna út. Kathryn Hahn er eisini fantastisk. Mær dámar væl, hvussu røðin viðger evnir sum t.d. álit og einsemi. 

 

The Shrink Next Door hevur tó sínar feilir. Marty er onkuntíð so góðtrúgvin, at tað er irriterandi. Tempoið er eitt sindur ójavnt. Summir partar ganga seint fyri seg, men tað er ikki altíð ein trupulleiki. Hinvegin leypir søgan onkuntíð langt fram í tíðina og man fær ikki allar neyðugar upplýsingar. Men teir síðstu partarnir eru sera væleydnaðir og rørandi. Tískil er hetta ein stuttrøð, sum byrjar hampuligt og gerst síðan betri og betri. Síðsti partur er ein sera nøktandi endi, ið ger restina av røðini betri. Harafturat er samanspælið millum Will Ferrell og Paul Rudd ein av orsøkunum til, at tað eydnast. Søgan strekkir seg yvir fleiri ár og leikararnir gera tað sannførandi. Eg gjørdist serliga gripin av søgugongdini hjá Marty. Hansara avgerðir og vánaliga sjálvsálit hava persónligar avleiðingar. Eg tók synd í honum og lærdi okkurt frá hansara søgu. Will Ferrell hevur uppiborið rós fyri tað.

 

4 / 5 stjørnur

 

Skapari: Georgia Pritchett

Leikarar: Will Ferrell, Paul Rudd, Kathryn Hahn, Casey Wilson, Cornell Womack

Ár: 2021


No comments:

Post a Comment