Saturday, October 16, 2021

No Time to Die

Hetta er síðsti James Bond filmurin við Daniel Craig í høvuðsleiklutinum og vit fáa at síggja, hvat hendir aftaná. Men tað er ikki orsøkin til, at føroyingar eru áhugaðir í No Time to Die. Sum tey flestu vita, so kom eitt filmslið til Føroya og tók upp á Kalsoynni. Tað var loyniligt og eingin visti, hvønn leiklut tað fór at hava í filminum. Tað ljóðaði ov gott at vera satt. Fóru vit at síggja Kalsoynna í einum stórum Hollywood filmi? Tað var spennandi at fara í biografin og finna út av tí. James Bond (Daniel Craig) er givin sum njósnari, men verður drigin út aftur, tá ein gamal vinur úr CIA biður um hjálp.

No Time to Die er sera gott undirhald. Hann bjóðar tær góðu kliché’irnar, sum man væntar frá James Bond: Ein áhugaverd krimisøga, fantastiskar actionsenur, flott “gadgets”, og ein gátuførur og hóttandi skurkur. Hetta er annars ein tann longsti filmurin í røðini. Spælitíðin er næstan tríggir tímar, men satt at siga eydnast tað væl. Hann er bæði áhugaverdur og undirhaldandi allan vegin gjøgnum. Actionsenurnar eru spjaddar út og fanga altíð áhugan. Summi fara tó kanska at halda, at fyrra helvtin er langdrigin, tí man fær ikki beinavegin at vita, hvat søgan handlar um. Í staðin verða upplýsingar spakuliga avdúkaðar so við og við. Tað er ein óforútsigulig og avbjóðandi krimisøga. Eg helt at tað eydnaðist væl, tí tað byrjaði sum ein góður filmur og so gjørdi hann betri og betri.

 

Daniel Craig er fantastiskur í høvuðsleiklutinum. Hesin James Bond er eldri og sárbærur, men eisini hóttandi. Samstundis sigur hann onkuntíð eina stuttliga viðmerking. Craig dugir sera væl at balansera tað. Rami Malek er ein sera góður skurkur. Léa Seydoux er serstakliga góð sum Madeleine. Mær dámdi ikki hennara leiklut í Spectre, men hesuferð varð eg sannførdur. Hesuferð er leikluturin væl skrivaður og áhugaverdur. Madeleine er viðkomandi og mennist nógv. Hesin filmurin gevur kvinnum størri leiklutir enn aðrir í røðini og tað sigst at vera orsakað av, at tíðirnar eru broyttar. Tað er væleydnað. Summar kliché'ir eru strikaðar, men kortini er hetta ein eyðkendur James Bond filmur.


Summir leikarar hava sera lítlar leiklutir, tí søgan fokuserar mest á James Bond. Fyri meg var tað ikki ein trupulleiki, tí hetta er síðsti filmurin við Daniel Craig. Hetta er ein væleydnaður og hóskandi endakapittul. Søgan hongur saman við hinum filmunum, men ikki so mikið nógv, at tað er torført hjá summum at fylgja við. Um man ikki hevur sæð hinar, so kann man kortini njóta hetta sum ein sjálvstøðugan actionfilm. Øll vilja fegin vita, um Kalsoyggin er við. Eg fari ikki at avdúka nakað, men eg var sera væl nøgdur. Hon sæst í síðsta triðinginum og verður væl brúkt. Tað var fantastiskt. No Time to Die er samanumtikið ein sera góður og undirhaldandi filmur.

 

4 / 5 stjørnur

 

Leikstjóri: Cary Joji Fukunaga

Handrit: Neal Purvis, Robert Wade, Cary Joji Fukunaga, Phoebe Waller-Bridge
Søga: Neal Purvis, Robert Wade, Cary Joji Fukunaga

Leikarar: Daniel Craig, Rami Malek, Léa Seydoux, Lashana Lynch, Ben Whishaw, Naomie Harris, Jeffrey Wright, Christoph Waltz, Ralph Fiennes

Ár: 2021


No comments:

Post a Comment