Eg spæli sjálvur nógv telduspøl, men ikki Fortnite, so eg havi óivað yvirsæð nógvar ávísingar í hasum førinum. Annars er Free Guy hóskandi til allar spælarar sum heild. Hollywood hava fleiri ferðir roynt at gera filmar burtur úr telduspølum og ofta miseydnast tað. Men seinastu árini hevur tað gingið rætta vegin. Vit hava fingið nakrar undirhaldandi filmar, sum antin eru gjørdir eftir ella hava fingið íblástur frá spølum – t.d. Pokémon Detective Pikachu, Sonic the Hedgehog, Ready Player One og Wreck-It Ralph. Free Guy er satt at siga ein av teimum bestu. Hesin ger sær ómak við at filmatisera heimin inni í einum telduspæli.
Ryan Reynolds spælir ein bakgrundspersónur í einum telduspæli við heitinum Free City. Tað er snilt at gera eitt fiktionelt spæl, ið bert fær íblástur frá veruligum spølum. Filmsfólkini kunnu tí vera kreativ og nýta ymiskar funksjónir. Filmurin byrjar við at vísa gerandisdagin í einum telduspæli. Tað er fitt og undirhaldandi. Men so gerst hann meira ambitiøsur, spennandi og kreativur. Mær dámar væl at síggja munin millum spælarar og persónar, ið hoyra til spælið. Høvuðspersónurin, Guy, byrjar at uppliva alt, sum spælarar gera í hansara heimi. Til dømis nertir hann við ein fyrstahjálpskassa og verður brádliga grøddur. Tað er sera undirhaldandi at síggja tílíkt, ið man kennir aftur frá spølum.
Harafturat handlar filmurin eisini um fyritøkuna handan Free City. Stjórin er skurkurin, ið bert hugsar um pengar og fer illa við starvsfólkini. Tað kemur fyri í veruleikanum, at stórar fyritøkur útgeva spøl, ið ikki eru heilt liðug og kosta nógv. Mær dámar væl, at filmurin ger gjøldur burtur úr hesum. Tað hjálpir eisini at velja skemtaran Taika Waititi til leiklutin. Hann tvætlar býtt og ger skurkin stuttligan og undirhaldandi. Allir leikararnir eru góðir. Ryan Reynolds er sera góður og dámligur. Guy er stutt sagt eitt telduforrit, og Reynolds spælir hann sum ein fittur og góðtrúgvin maður.
Filmurin vísir eisini, hvussu spælið verður forritað. Tað er stuttligt at síggja, hvussu tað ávirkar heimin. Men filmurin ger eisini feilir og forritanin er ikki realistisk. Telduspøl fungera ikki á sama hátt í veruleikanum. Tað er óivað orsakað av, at telduspøl og filmar eru ymiskir miðlar. Tað er torført at filmatisera spøl og filmsfólk noyðast at bróta reglar. Annars er Free Guy ein sera góður, undirhaldandi, stuttligur og kreativur poppkornfilmur. Hann tekur eitt áhugavert konsept og fer allan vegin við tí. Effektirnar eru fantastiskar og gagnnýta møguleikarnar við spølum.
4,5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Shawn Levy
Handrit: Matt Lieberman, Zak Penn
Søga: Matt Lieberman
Leikarar: Ryan Reynolds, Jodie Cormer, Lil Rel Howery, Utkarsch Ambudkar, Joe Kerry, Taika Waititi
Ár: 2021
No comments:
Post a Comment