Saturday, July 10, 2021

Black Widow

Eg skrivi ikki nógv ummælir longur. Eg havi ikki stóran áhuga og tað er ivasamt, um eg fari at gera tað leingi afturat. Black Widow er ein limur í The Avengers, sum ongantíð fekk sín egna film. Hon hevði leiklutir í filmum um t.d. Iron Man og Captain America. "Black Widow" granskar hennara bakgrund. Søgan fer fram í 2016 og beint eftir hendingarnar í "Captain America: Civil War". Natasha Romanoff (Scarlett Johansson) flýggjar og stendur andlit til andlit við hennara fortíð.

Hesin filmurin er hampuliga góður og undirhaldandi, men ikki ein tann besti hjá Marvel. Hann er eitt sindur gloymandi og ikki líka væl gjøgnumførdur. Men leikararnir eru góðir og vit hitta nakrir nýggir dámligir persónar. Scarlett Johansson er framvegis sera góð sum Natasha. Florence Pugh er sera góð, og David Harbour er satt at siga tann, sum mær dámar best. Hann spælir ein russisk superhetja, Red Guardian, sum er gamal og í ringum formi. Av tí at hann hevur sitið í fongsul í fleiri ár, so hevur hann ov lítla venjing. Mær dámdi væl søgugongdina um eina eldri superhetju, sum hevur havt ein langan steðg og roynir at koma aftur.
 

Natasha hittir sína gomlu familju aftur og teirra samanspæl er besti parturin av filminum. Tá ið øll fýra savnast, fáa vit stuttligan dialog, gott samstarv og eina góða søgu. Tað var satt at siga tá, at filmurin gjørdist fangandi. Eg helt annars, at fyrra helvtin var eitt sindur keðilig. Satt at siga var byrjanin góð, men aftaná rullitekstirnir fór filmurin niður í ferð. Natasha ferðaðist runt einsamøll og man visti ikki ordiliga, hvat søgan handlaði um. Forholdið millum Natasha og systrina var áhugavert, men søgan hevði kortini ikki nóg mikið av innihaldi. Tá ið vit so hitta foreldrini og skurkarnir, so gjørdist filmurin meira undirhaldandi. Tað var lættari at fylgja við søguni og persónarnir vóru meira áhugaverdir.

 

Marvel duga framvegis væl at finna uppá kreativar og undirhaldandi actionsenur. Bardagarnir eru góðir og hesin Marvel filmurin leggur dent á at hava fleiri kvinnuligir leikarar. Tað riggar samanumtikið væl, men eg vildi ynskt, at Red Guardian fekk meira at gera. Ein annar trupulleiki er at Natasha burdi ofta fingið álvarsligan skaða. Hon hevur ongar superkreftir, men kortini kann hon – mitt í eini actionsenu – koma í eina ógvusliga bilvanlukku og so renna víðari púra óskadd. Tað hevði bara givið meining, um hon hevði superkreftir. Filmurin hevur tískil nakrar løtur, sum eru ótrúverdigar og ørkymlandi. Men hann bjóðar eisini góðar actionsenur, eina baksøgu um Natasha og dámligir persónar.

 

3 / 5 stjørnur

 

Leikstjóri: Cate Shortland

Handrit: Eric Pearson

Søga: Jac Schaeffer, Ned Benson

Leikarar: Scarlett Johansson, Florence Pugh, David Harbour, Rachel Weisz, Ray Winstone

Ár: 2021


No comments:

Post a Comment