DC Films hava havt bæði upp- og niðurtúrar, men “Wonder Woman” var sera væleydnaður. Gal Gadot gjørdist ein stór filmstjørna og í framtíðini fara vit óivað at síggja hana í fleiri leiklutum. "Wonder Woman 1984" er ein beinleiðis eftirfylgjari. Søgan fer fram í 1984 og Diana Prince arbeiðir á einum forminnisavni í Washington DC. Samstundis hevur hon eitt loyniligt dupultlív sum superhetjan Wonder Woman. Ein dagin uppdagar hon, at Steve Trevor er onkursvegna afturkomin. Tey samstarva fyri at steðga einum óndum handilsmanni, sum hevur fingið fatur í ein gandastein, ið kann uppfylla ynskir.
"Wonder Woman 1984" er ikki líka góður sum eittarin. Eg haldi tó ikki, at hann er so vánaligur sum summi siga. Hann er bert hampuligur. Diana Prince granskar hendan gátuføra gandasteinin og tað er ein áhugaverd detektivsøga, sum fyllir tveir triðingar av filminum. Samstundis dámdi mær framvegis væl samanspælið millum Diana og Steve Trevor. Tey rigga væl saman og dialogurin er góður. Skurkurin er eisini góður og undirhaldandi. Tveir triðingar av filminum føldust sum um, at alt spakuliga bygdi upp til okkurt spennandi. Ein hampuliga undirhaldandi superhetjufilmur.
Tíverri er síðsti triðingurin ikki nøktandi. Filmurin byggir spakuliga upp eina áhugaverda søgu, men so dettur tað sundur í endanum. Uttan at avdúka nakað, so er endin eitt anti-klimaks. Eg skilji væl, at filmurin roynir at koma við einum góðum boðskapi, men endin er býttur og ikki sannførandi. Tað sama hendir við søgugongdina hjá Steve Trevor. Tað byrjar gott, men endar við einum vónbroti. Tað ringasta dømið er Barbara, vinkonan hjá Diana. Í byrjanini er hon dámlig og sannførandi, men endin á søgugongdini er serstakliga vánaligur.
"Wonder Woman 1984" hevur nakrar sera góðar actionsenur og góðar framførslur. Gal Gadot og Chris Pine spæla framvegis væl saman. Mær dámdi serliga væl senuna í flogfarinum, tá tey hyggja eftir fýrverki. Tað var flott upptikið og rørandi. Tíverri er úrslitið ein superhetjufilmur, sum er hampuliga undirhaldandi og spakuliga byggir upp til okkurt stórt, men so miseydnast tað. Man kann hyggja eftir honum fyri lætt undirhald, men hann er ikki nakað serligt. Hóast flestu actionsenurnar eru góðar, so inniheldur klimaksið eisini ein tann vánaligasta bardagan, sum eg havi sæð í fleiri ár. Ljótt upptikið, vánaligar effektir og láturligt. Hvørki tveyarin ella "Justice League" eru á sama støði sum "Wonder Woman".
3 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Patty Jenkins
Handrit: Patty Jenkins, Geoff Johns, Dave Callaham
Søga: Patty Jenkins, Geoff Johns
Leikarar: Gal Gadot, Chris Pine, Kristen Wiig, Pedro Pascal, Robin Wright, Connie Nielsen
Ár: 2020
No comments:
Post a Comment