Christopher Nolan hevur skrivað og leikstjórnað ein stóran innviklaðan film, "Tenet", sum er torførur at lýsa. Marknaðarføringin avdúkaði lítið. Søgan er stutt sagt um ein njósnara (John David Washington), sum lærir at brúka tøkni, ið kann spola tíðina aftur.
Filmarnir hjá Christopher Nolan eru ofta innviklaðir og avbjóðandi. Dialogurin er torførur at skilja og frásøguhátturin er óvanligur. Handritini eru sum oftast væl skrivað og áhugaverd. Filmarnir eru eisini flott gjørdir og undirhaldandi. "Inception" er eitt gott dømi, har ið alt riggar. Hann er undirhaldandi, flottur, avbjóðandi og væl skrivaður – framvegis tann, sum mær sjálvur dámar best. "Tenet" hevur somu eginleikarnar, men er ikki líka væl gjøgnumførdur. Úrslitið er gott og undirhaldandi, men hevur eisini nakrar trupulleikar.
Fyrra helvtin er eitt sindur miseydnað. Hetta er ein langur filmur og mær dámdi ikki fyrsta triðingin. Søgan gav ikki meining og dialogurin var óskiljandi. Eg veit, at hetta er ein filmur, sum krevur, at man lurtar væl eftir. Øll tosa skjótt og samrøðurnar eru filosofiskar og tøkniligar, men ofta var tað ov nógv. Tað gongur skjótt fyri seg og ofta er eingin steðgur millum samrøðurnar, so eg misti tráðin. Í fyrru helvtini visti eg ikki, hvat søgan var um. Men tíbetur kemur alt upp á pláss í seinnu helvtini. Uttan at avdúka nakað, so verður søgan meira skillig og spennandi. Eg má tó siga, at størsti veikleikin var parturin um Elizabeth Debicki og son hennara. Tann søgan var ikki áhugaverd og togaði ofta filmin niður.
Annars dámdi mær serstakliga væl hugskotið um at spola tíðina aftur. Tað var sera áhugavert, undirhaldandi og originalt. Actionsenurnar eru fantastiskar og kreativar. Hetta er óivað ein sera flott gjørdur filmur. Framførslurnar eru eisini góðar. John David Washington er ein dugnaligur høvuðsleikari og vónandi hevur hann eina góða karrieru fyri framman. Mær dámdi sera væl Robert Pattinson og Kenneth Branagh. Seinna helvtin er undirhaldandi og fangandi, og inniheldur nakrar fantastiskar senur, sum eg ikki kann avdúka. "Tenet" er ójavnur og fløkjasligur, men klárar at bjarga sær sjálvum í seinnu helvtini. Hann er góður, undirhaldandi, áhugaverdur og sera minniligur.
3,5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Christopher Nolan
Handrit: Christopher Nolan
Leikarar: John David Washington, Robert Pattinson, Elizabeth Debicki, Dimple Kapadia, Michael Caine, Kenneth Branagh
Ár: 2020
No comments:
Post a Comment