Thursday, March 5, 2020

The Gentlemen

Guy Ritchie hevur skrivað og leikstjórnað ein innviklaðan krimifilm, "The Gentlemen". Søgan er stutt sagt um ein amerikanskan narkobarón, sum eigur eitt stórt virki í Bretlandi. Hann ynskir at selja tað og finna onkran, sum kann taka yvir.

Eg vil ikki lýsa søguna nærri, tí tað stuttliga við filminum er, at hann er óforútsiguligur. Eg visti ongantíð, hvat fór at henda og varð ofta yvirraskaður. "The Gentlemen" er ein sera undirhaldandi, stuttligur og væl skrivaður krimifilmur. Guy Ritchie hevur skrivað eitt sera gott handrit. Vit fylgja fleiri brotsmonnum og skifta ofta sjónarhorn, men tað eydnast væl. Mær dámdi serstakliga væl at síggja, hvat teir gera, um okkurt miseydnast. Tað syrgir fyri nakrar sera stuttligar og minniligar løtur. 

Dialogurin er sera væl skrivaður og undirhaldandi. Tað er eitt sindur avbjóðandi at fylgja við søguni, men dialogurin ger so, at man alla tíðina vil lurta eftir. Tað hjálpir eisini, at sjónleikararnir eru fantastiskir. Mær dámdi best Hugh Grant. Hann er sera stuttligur og gevur eina framførslu, sum er øðrvísi enn hansara vanligu leiklutir. Mær dámdi eisini m.a. Matthew McConaughey, Colin Farrell og Charlie Hunman. Filmurin hevur nakrar góðar actionsenur, men hetta er fyrst og fremst ein krimi. Tað handlar um at fylgja við søguni og dialogin. Guy Ritchie er eisini ein kreativur leikstjóri. Hann spælir nógv við klippingini og hvussu søgan verður søgd. Úrslitið er ein bretskur skemti-/krimifilmur, sum er undirhaldandi frá byrjan til enda.

4,5 / 5 stjørnur

Leikstjóri: Guy Ritchie
Handrit: Guy Ritchie
Søga: Guy Ritchie, Ivan Atkinson, Marn Davies
Leikarar: Matthew McConaughey, Charlie Hunman, Henry Golding, Michelle Dockery, Jeremy Strong, Eddie Marsan, Colin Farrell, Hugh Grant
Ár: 2020


No comments:

Post a Comment