Sunday, July 7, 2013

Man of Steel

“Man of Steel” er tann nýggi filmurin um ein av heimsins kendastu superhetjum, Superman. Søgan byrjar á eini gongustjørnu, sum eitur Krypton. Av tí at hon skjótt verður oyðiløgd, senda eini hjún, Jor-El (Russel Crowe) og Lara (Ayelet Zurer), teirra son, Kal-El, út í rúmdina í einum rúmdarskipi. Hann lendir á jørðini, verður adopteraður av eini bóndafamilju og verður nevndur Clark Kent.

Friday, July 5, 2013

The Lone Ranger

Lýsingarnar fyri “The Lone Ranger” siga, at filmurin kemur frá skaparunum av “Pirates of the Caribbean”, og tað sæst væl í stílinum. Hann hevur sama leikstjóran, Gore Verbinski, og sama høvuðsleikaran, Johnny Depp. Hann er eisini gjørdur eftir eina gamla amerikanska sjónvarpsrøð við sama heitinum, sum eg ikki havi sæð. Eg vildi bert hava ein undirhaldandi poppkorn-film – mær dámdi eisini sera væl tann fyrsta “Pirates of the Caribbean”-filmin.