“Man of Steel” er tann nýggi filmurin um ein av
heimsins kendastu superhetjum, Superman. Søgan byrjar á eini gongustjørnu, sum
eitur Krypton. Av tí at hon skjótt verður oyðiløgd, senda eini hjún, Jor-El
(Russel Crowe) og Lara (Ayelet Zurer), teirra son, Kal-El, út í rúmdina í einum
rúmdarskipi. Hann lendir á jørðini, verður adopteraður av eini bóndafamilju og
verður nevndur Clark Kent.
Tá hann verður eldri, finnur hann út av, at hann
hevur superkreftir og tá ið hann verður vaksin (leiktur av Henry Cavill),
roynir hann at finna út av, hvør hann er og hvar hann kemur frá. Tað førir til,
at hann hittir blaðkvinnuna Lois Lane (Amy Adams), ið er áhugað í at læra um
hansara uppruna. Samstundis fer ein óndur generalur frá Krypton, sum eitur Zod
(Michael Shannon), út at leita eftir honum.
Hetta er stutt sagt ein nýggj og øðrvísi versjón
av søguni um, hvussu Clark Kent verður Superman. Filmurin vísir á ein
realistiskan máta, hvussu tað er, at vaksa upp við yvirnátúrligum kreftum.
Fleiri dáma hann, men hann hevur samanumtikið fingið blandað ummæli. Eg var
spentur til at síggja hann, men eg eri keddur av at siga, at eg varð skuffaður
av honum. Mær dámdi væl fyrru helvtina av honum, men ikki seinnu helvtina.
Tað gjørdi meg ónøgdan við filmin samanumtikið.
Eg skilji væl, um tit eru ósamd við mær. Eftir mínari meining er fyrra helvtin
góð, men seinna helvtin eitt sindur keðilig. Tað ger filmin samanumtikið einki
serligt og eitt sindur keðiligan.
Hann byrjar tó væl. Fyrra helvtin er góð og
fangandi, sum eg segði í áðni. Hon fokuserar m.a. á barndómin og gerandisdagin
hjá Clark, áðrenn hann verður Superman. Tá ið hann er barn, stríðist hann við,
at hann er øðrvísi og hevur yvirnátúrligar kreftir. Tað dámdi mær væl og eg tók
synd í honum. Mær dámdi eisini sera væl hansara forhold við fosturpápan,
Jonathan Kent (Kevin Costner). Filmurin hevði góðan og áhugaverdan dialog
millum teirra og mær dámdi væl orsøkirnar fyri, hví Clark noyddist at halda sínar
kreftir loyniligar. Tað er realistiskt og væl gjørt. Kevin Costner gevur eina
sera góða framførslu sum fosturpápin.
Tað er eisini áhugavert at síggja, hvussu Clark
sum vaksin stríðist við at finna eitt stað á jørðini, har hann trívist og
passar inn. Tað er ein góð og fangandi søga um, at føla seg uttanfyri og øðrvísi.
Filmurin er eisini sera flott gjørdur og hevur fantastiskar effektir. Umhvørvið
á Krypton er flott gjørt og sannførandi. Mær dámar væl, at útgerðin er uppbygd
av onkrum slagi av silvuri, sum umbroytist til ymisk ting. Tað er rættiliga
kreativt.
Men har, sum filmurin snávar eftir mínari
meining, er í handritinum. Søgan er góð og fangandi í fyrru helvtini, men í
seinnu helvtini, aftaná at Clark Kent verður Superman, verður hon tunn og eitt
sindur keðilig. Hon byggir ikki upp til nakað serligt ella spennandi, og hon
verður eitt sindur fløkjaslig nær við endanum. Men tann størsti trupulleikin
er, at persónarnir eru tunnir og ikki sera áhugaverdir. Mær dámdi væl Jonathan
Kent, Jor-El og Perry, men teir eru hjápersónar í bakgrundini. Persónarnir
mangla djúpar og fangandi persónleikar, serliga Superman og Lois Lane.
Eg tók synd í Clark Kent, áðrenn hann gjørdist
Superman. Aftaná bleiv hann til ein tvey-dimensionel hetja, sum ikki hevur ein áhugaverdan
persónleika. Hann sigur ikki nógv áhugavert og hevur oftast bara tvey andlitsbrá:
Álvarsamur og smílandi. Hann er fittur og skilagóður, men hevur ein tunnan persónleika
og vísir ikki nógvar kenslur, so eg var ikki áhugaður í honum – hann er stutt
sagt ein rættiliga keðiligur høvuðspersónur.
Henry Cavill hevur ikki skyldina, tí hann gevur
eina góða og sannførandi framførslu. Tað er bara leikluturin, sum ikki er nóg væl
skrivaður. Allar framførslurnar eru góðar, serliga Kevin Costner og Russel
Crowe, men persónarnir, sum leikararnir spæla, eru tunnir og ikki sera áhugaverdir
– burtursæð frá Jonathan Kent og Jor-El. Lois Lane hevur ein sera tunnan persónleika.
Man lærir hana ikki væl at kenna og hennara forhold við Superman er illa gjøgnumført,
tí filmurin fokuserar ov lítið á tað. Tey sóu ikki út til at vera forelskað í
hvørjum øðrum – eftir mínari meining var tað ikki sannførandi. Skurkurin er
eisini rættiliga óinteressantur. Eg væntaði, at Zod fór at vera ein kulur og
minniligur skurkur, men hann hevur rættiliga lítið at gera í filminum – gjøgnum
tað mesta av filminum rópar og skeldar hann bara. Eg má eisini leggja afturat,
at filmurin inniheldur eitt sindur av skemti, men tað er oftast vánaligt.
Mær dámdi summi ting í seinnu helvtini, sum t.d.
endin á filminum, ein hóttan frá Zod (eg vil ikki avdúka ov nógv) og upplýsingar
um atmosferuna á Krypton. Teir størstu trupulleikarnir eru, at søgan er ov tunn
og filmurin manglar fangandi høvuðspersónar, sum eg kann vera áhugaður í og
hava samkenslu við. Superman hevur eina góða baksøgu, men ikki ein djúpan og
fangandi persónleika. Actionsenurnar eru fantastiskar og flott gjørdar, men eg
var ikki áhugaður í teimum, tí eg legði ov lítið í persónarnir. Eg veit, at
fleiri dáma henda filmin og eg skilji væl hví. Eg vildi dáma hann, men eg var
skuffaður – serliga tí at mær dámdi væl fyrru helvtina. Handritið burdi
havt eina betri søgu og lagt meira dent á, at menna persónarnir, so at eg kundi
vera áhugaður í teimum. Samanumtikið helt eg filmin vera sera skuffandi og eitt
sindur keðiligan.
2,5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Zack Snyder
Leikarar: Henry Cavill, Amy Adams, Michael Shannon, Kevin Costner, Diane Lane, Laurence Fishburne, Russel Crowe
Leikarar: Henry Cavill, Amy Adams, Michael Shannon, Kevin Costner, Diane Lane, Laurence Fishburne, Russel Crowe
Ár: 2013
No comments:
Post a Comment