Lýsingarnar fyri “The Lone Ranger” siga, at filmurin
kemur frá skaparunum av “Pirates of the Caribbean”, og tað sæst væl í stílinum.
Hann hevur sama leikstjóran, Gore Verbinski, og sama høvuðsleikaran, Johnny
Depp. Hann er eisini gjørdur eftir eina gamla amerikanska sjónvarpsrøð við sama heitinum, sum eg
ikki havi sæð. Eg vildi bert hava ein undirhaldandi poppkorn-film – mær dámdi
eisini sera væl tann fyrsta “Pirates of the Caribbean”-filmin.
“The Lone Ranger” er ein westernfilmur um ein
løgreglumann, sum eitur John Reid (Armie Hammer). Hann hittir ein løgnan indianara
á einum toki, sum eitur Tonto (Johnny Depp).
Ein dagin tá John ríður út í oyðimørkina saman við nøkrum hermonnum, verða teir álopnir av nøkrum brotsmonnum og John verður dripin. Tonto finnur teir og uppdagar, at John fer at yvirliva, tí hann er ein “spirit walker” – ein maður, sum ikki kann verða dripin. Tá ið John so vaknar, setir hann sær fyri at finna brotsmenninir við hjálp frá Tonto.

Hesin filmurin hevur eitt størst budget og ein
dugnaligan leikstjóra, sum hevur gott skil fyri at leikstjórna stórir filmar. Tíverri
er handritið ikki sera gott og úrslitið er tí ein filmur, sum hevur
undirhaldandi partar, men er samanumtikið eitt størst órudd. Hann er eisini
rættiliga langdrigin. Hetta er ikki ein sera vánaligur filmur, tí hann hevur
undirhaldandi partar. Eg rokni við, at summi ung fara at dáma hann og eg skilji
væl hví. Eftir mínari meining hevur filmurin eitt sindur av góðum undirhaldi,
men er samanumtikið einki serligt og eitt størst órudd, sum kundi verið nógv
betri.
Eg skal byrja við nevna tað, sum mær dámdi við
filminum. Framførslurnar eru góðar og Johnny Depp er stuttligur og
undirhaldandi. Hann fekk meg ofta at flenna og Tonto var tann mest áhugaverdi
og dámligi persónurin í filminum. Armie Hammer er eisini góður, dámligur og
stuttligur sum John Reid. Hann spælir væl saman við Johnny Depp. Hinar
framførslurnar eru góðar, men sjónleikararnir hava ikki góðar leiklutir at
arbeiða við. Filmurin hevur nakrar sera undirhaldandi og flott gjørdar
actionsenur, sum t.d. ein toksena í byrjanini. Mær dámdi eisini sera væl
temasangin, og filmurin er eisini stuttligur og hevur nakrar stuttligar løtur –
næstan altíð orsakað av Johnny Depp.
Men filmurin hevur eisini eitt veikt handrit. Søgan
byrjar hampuligt og lovandi, men verður seinni ov fløkjaslig og ósamanhangandi.
Í síðsta triðinginum av filminum misti eg tráðin og kláraði ikki longur at
fylgja við søguni. Hon er eisini full av kliché’um og onkuntíð ov forútsigulig.
Tað er t.d. sera forútsiguligt og bersýnt, tá ið okkurt syrgiligt fer
at henda.
Ein tann størsti trupulleikin við filminum er, at persónarnir eru tunnir og illa skrivaðir. Tonto er tann einasti áhugaverdi persónurin og John Reid er hampuliga dámligur. Allir hinir persónarnir eru so tunnir, at eg legði einki í teir og hevði ikki samkenslu við nøkrum.

Søgan inniheldur eisini eina kærleikssøgu, sum er als
ikki áhugaverd ella fangandi, og endar sera knappligt. John Reid er eisini ov
ódugnaligur og hjálparleysur, eftir mínari meining.
Tað er meiningin, at hann skal vera ein hetja, men gjøgnum næstan allan filmin ger hann einki til nyttu, tí hann blívur við at gera feilir. Hann mennist seinni í filminum, men tað hendir so knappligt, at tað er ikki sannførandi. Skurkarnir verða væl spældir av sjónleikarunum, men eru illa skrivaðir. Eg skilti ikki, hvat teirra ætlan var og man veit næstan einki um teir.

Í síðsta triðinginum av
filminum verður søgan øgiliga fløkjaslig. Har kemur eitt “twist”, sum ikki
gevur nógva meining. Stemningurin í filminum er ójavnur og óbalanseraður.
Ofta er filmurin lætt undirhald, sum hóskar væl til børn, og onkuntíð
verður hann dapur og brutalt voldligur. Tað riggar ikki væl saman.
“The Lone Ranger” er ein óruddiligur westernfilmur, sum er
ofta undirhaldandi í fyrru helvtini, men fer av sporinum í seinnu helvtini.
Gore Verbinski er ein dugnaligur leikstjóri, men hann má minnast at velja eitt
gott handrit. Johnny Depp er stuttligur og undirhaldandi. Hann ger Tonto til
ein stuttligan og dámligan høvuðspersón. Armie Hammer er ein góður sjónleikari
og gevur eina góða framførslu. Filmurin hevði verið munandi betri, um
persónarnir vóru meira áhugaverdir og djúpir, um søgan var meira einføld og
um filmurin var styttri. Eg gevi filminum 2,5 stjørnur, tí hann er ofta
undirhaldandi í fyrru helvtini. Hann hevði verið munandi betri, um hann bert
hevði eitt betri handrit.
2,5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Gore Verbinski
Leikarar: Johnny Depp, Armie Hammer, William Fichtner,
Tom Wilkinson, Barry Pepper, Helena Bonham-Carter
Ár: 2013
No comments:
Post a Comment