Monday, June 17, 2013

Star Trek Into Darkness

Eg má viðganga, at eg havi ongantíð verið ein fjeppari av "Star Trek". Eg havi ikki nakað serligt ímóti tí. Eg vaks bara ikki upp við tí og veit ikki nógv um tað – men eg havi sæð fleiri brot. Tá eg so sá filmin "Star Trek" frá 2009, ið var ein spildurnýggj versjón av "Star Trek", var eg tí fullkomiliga opin. Eg kravdi ikki, at hann skuldi vera eins og gomlu sjónvarpsrøðirnar og filmarnir. Mær dámdi tann filmin faktiskt sera væl. Hann var ein sera góður "science fiction"-filmur við spennandi action og góðum persónum. Nú er eftirfylgjarin komin út, sum eitur "Star Trek Into Darkness".

James T. Kirk (Chris Pine) og Spock (Zachary Quinto) fáa at vita, at ein persónur (Benedict Cumberbatch), sum fyrr arbeiddi í teirra felagsskapi, hevur skapt ófrið og vanlukkur. Kirk sannførir stjórnina í felagsskapinum um, at senda hann, Spock og restina av manningini í rúmdarskipinum Enterprise út á handtaka hann. Eg avdúki ikki meira, tí marknaðarføringin av filminum heldur nógv loyniligt.

Eg havi saknað, at síggja ein góðan "science fiction"-film í biografinum og "Star Trek Into Darkness" nøktaði tann tørvin. Hetta er ein fantastiskur og sera undirhaldandi "science fiction"-filmur. Eitt, sum hann hevur gjøgnumført betri enn eittarin, er skurkurin. Tann størsti veikleikin í eittaranum, eftir mínari meining, var skurkurin. Hann var eitt sindur illa skrivaður og láturligur. Skurkurin í hesum filminum er fantastiskur, serliga orsakað av Benedict Cumberbatch. Hann gevur eina fantastiska, hóttandi og fangandi framførslu. Hann sigur sínar replikkir á fangandi mátar, sum fær meg sum hyggjara til bert at fokusera á hann. Eg vil fegin síggja hann í fleiri filmum, tí hann hevur eitt størst talent – hann er eisini fantastiskur í bretsku sjónvarpsrøðini "Sherlock".

Hesin filmurin er leikstjórnaður av J.J. Abrams. Hann hevur sera gott skil fyri effektum, action og enntá skemti. Effektirnar í hesum filminum eru fantastiskar og sannførandi. Effektin fyri "warp speed" er alvorliga kul og flott gjørd. Actionsenurar eru eisini fantastiskar og spennandi, 3D-effektin er hampuliga góð og skemtið er sera gott. Man væntar ikki nógv skemt frá einum slíkum "science fiction"-filmi, men hesin filmurin inniheldur nógvar stuttligar jokes.

Eins og eittarin, so riggar filmurin eisini orsakað av teimum dámligu persónunum. Man dámar væl høvuðspersónarnir, og teirra samanspæl er sannførandi og undirhaldandi. Meðan Benedict Cumberbatch gevur ta bestu framførsluna í filminum, so kemur tann næstbesta frá Zachary Quinto. Hann er perfektur sum Spock. Hann líkist og uppførir seg sum ein ungur Leonard Nimoy, uttan at herma eftir honum – Leonard Nimoy er sjónleikarin, sum spældi Spock í gomlu filmunum. Hann hevur eisini sera gott samanspæl við Chris Pine, og tað er týdningarmikið at hava gott samanspæl millum Kirk og Spock í einum "Star Trek"-filmi.

Filmurin hevur eisini eina góða og fangandi søgu. Fyri at vera heilt erligur, so helt eg hana ikki vera sera fangandi í byrjanini, men so skjótt sum Benedict Cumberbatch byrjar at fáa ein størri leiklut, verður hon góð og spennandi. Hon er eisini óforútsigulig og inniheldur nøkur óvæntað "twists". Tað er eisini kul at síggja, hvussu bert ein óndur persónur kann skapa so nógvan ófrið og oyðilegging. Harumframt elski eg tónleikin, sum verður spældur, tá ið rullitekstirnir í endanum á filminum byrja. Hann er sera góður og minniligur.

Filmurin hevur nakrar veikleikar. Fyri tað fyrsta er søgan ikki sera fangandi í byrjanini, eins og eg segði í áðni. Eg legði ikki nógv í persónarnir í byrjanini og søgan var eitt sindur óinteressant, men so skjótt sum hon gjørdist góð, riggaði hon sera væl gjøgnum restina av filminum. Tann næsti kritikkurin er løgin at greiða frá. Filmurin hevur eina senu, sum faktiskt verður víst í einum treylara, har ein kvinna í Enterprise letur seg úr og sigur okkurt í berum undirklæðum. Tað hendir knappliga uttan nakra orsøk og varir í bert nøkur fá sekund. Tað var løgið, meiningsleyst og óneyðugt. Ein smákritikkur, sum eg má nevna, er nakað, sum J.J. Abrams er kendur fyri. Hann brúkar onkuntíð ov nógv "lens flare"-effektina. Hon riggar ofta væl í hesum filminum, men onkuntíð er hon óneyðug og órógvar eitt sindur.

"Star Trek Into Darkness" er tann besti "science fiction"-filmurin, sum eg havi sæð higartil í ár. Ein fantastiskur og sera undirhaldandi filmur við eina sera fangandi framførslu frá Benedict Cumberbatch. Hinar framførslurnar eru eisini góðar, serliga Zachary Quinto, ið er perfektur sum Spock. Mær dámdi eisini væl Simon Pegg. Hann er sera stuttligur og undirhaldandi í filminum. Effektirnar og actionsenurnar eru fantastiskar, skemtið er sera gott og eg hevði væl tímað at sæð ein "Star Trek"-film afturat.

4,5 / 5 stjørnur

Leikstjóri: J.J. Abrams
Leikarar: Chris Pine, Zachary Quinto, Benedict Cumberbatch, Alice Eve, Simon Pegg
Ár: 2013



No comments:

Post a Comment