Tuesday, June 27, 2017

Trolls

"Trolls" fer fram í eini bygd við trøllum, sum altíð eru glað. Fyri nógvum árum síðani flýddu tey frá ódjórum, sum eta trøll. Ein dagin verður bygdin álopin og vinirnir hjá Poppy (Anna Kendrick) verða tikin. Hon fer tí í samstarv við Branch (Justin Timberlake) – tann einasti gronuti persónurin í bygdini – og saman fara tey út at bjarga vinirnir.

Thursday, June 22, 2017

Storks

Lýsingarnar fyri teknifilmin "Storks" nevndu, at hann kemur frá sama felagnum, sum gjørdi "The Lego Movie". Tað er ein av teimum stuttligastu filmunum, sum eru komnir út nýliga. Er teirra næsti skemtifilmur eisini væleydnaður?

Tuesday, June 20, 2017

Sing

Illumination Entertainment útgóvu tveir teknifilmar í fjør. Fyrst "The Secret Life of Pets" og síðan "Sing". Eg var ikki áhugaður í hesum filminum og mær dámdi ikki lýsingarnar. Tað líktist einum filmi, sum bert royndi at marknaðarføra kendar sangir. Var úrslitið betri ella verri enn væntað?

Thursday, June 15, 2017

The Secret Life of Pets

Illumination Entertainment er felagið handan m.a. "Despicable Me" og "The Lorax". Hetta er so teirra næstnýggjasti filmur, "The Secret Life of Pets". Vit fylgja nøkrum kelidýrum í New York og síggja, hvat tey gera um dagin, meðan eigararnir eru burturstaddir. Hundurin Max (Louis C.K.) verður illur, tá ið eigarin adopterar hundin Duke (Eric Stonestreet). Nú er Max brádliga noyddur til at hava ein beiggja. 

Tuesday, June 13, 2017

The Red Turtle

Hesuferð ummæli eg ein franskan teknifilm, sum eitur "The Red Turtle". Hann varð framleiddur í samstarvi við Studio Ghibli – japanska teknifilmsfelagið handan t.d. "Spirited Away" og "Princess Mononoke". Søgan er um ein mann, sum verður strandaður á eini oyggj og hittir eina gátuføra reyða sjaldbøku.

Thursday, June 8, 2017

Moana

Umframt Pixar filmin "Finding Dory", so góvu Disney tveir aðrir teknifilmar út í fjør. Fyrst kom "Zootropolis" og at enda "Moana", sum varð leikstjórnaður av Ron Clements og John Musker  danska heitið er "Vaiana". Teir hava arbeitt hjá Disney í fleiri ár og leikstjórnaðu m.a. "The Little Mermaid", "Aladdin" og "Hercules".

Tuesday, June 6, 2017

Kung Fu Panda 1-3

Í fjør útgóvu DreamWorks "Kung Fu Panda 3" og tað er ein filmsrøð, sum er næstan 10 ára gomul. Eg var ein stórur fjeppari av eittaranum, tá ið hann kom út og tað var stuttligt at vitja røðina aftur. Eg havi avgjørt at royna okkurt øðrvísi og skriva stutt ummæli av øllum filmunum.

Friday, June 2, 2017

Wonder Woman

DC Comics hava stríðst við, at stovna eina filmsrøð á sama hátt sum Marvel. Báðir filmarnir í fjør fingu ring ummæli og nú er tíðin komin til, at hoyra upprunasøguna hjá Wonder Woman. Hon hevði ein lítlan leiklut í "Batman v. Superman: Dawn of Justice" og tað er ein tann vánaligasti superhetjufilmurin, sum eg havi sæð í fleiri ár. Eg havi tískil verið skeptiskur um filmsrøðina, men nú fáa vit at síggja. Er 2017 eitt betri ár hjá DC Comics?

Thursday, June 1, 2017

Kubo and the Two Strings

Í fjør kom ein rúgva av teknifilmum út, men eg ummælti bara tríggir. Eg havi tí valt at gera eina roynd. Hvønn týsdag og hósdag hendan mánaðin fari eg at ummæla ein teknifilm, sum kom út í 2016 – m.a. "Moana" og "Sing". Tað verður í alfabetiskari raðfygju og fyrsti filmurin er "Kubo and the Two Strings".