Tuesday, July 19, 2016

The Lego Movie

Mær dámar sera væl teknifilmar, men eg havi ikki ummælt nógvir tilsamans. Síðan 2013 havi eg bert ummælt ein ella tveir um árið. Eg havi tí avgjørt, at ummæla ein tilvildarligan teknifilm hvønn týsdag í juli og august 2016. Onkur vika verður kanska lopin um, men eg fari at gera mítt besta. Eg havi leingi ynskt at ummæla m.a. "The Lego Movie", sum kom út í 2014.

Vit fylgja einum legomanni, Emmet (Chris Pratt), sum er bert púra vanligur. Hann hevur ongar serstakar eginleikar. Ein dagin hittir hann kreativa byggjaran Wyldstyle (Elizabeth Banks) og verður partur av einum uppreistri ímóti ónda forsetanum President Business (Will Ferrell).

Hvussu man ein filmatisering av leikutoyum rigga? Opinbart sera væl, um man fær tey røttu fólkini til tað. "The Lego Movie" er skrivaður og leikstjórnaður av Phil Lord og Christopher Miller, sum eisini hava gjørt m.a. "Cloudy with a Chance of Meatballs" og "21 Jump Street". Teir hava gott skil fyri skemti og "The Lego Movie" er ikki ein undantøka. Tað er satt at siga ein av teimum bestu og stuttligastu teknifilmunum í nýggjari tíð.

Søgan er sera góð og kreativ. Hon byrjar sum einføld søga um uppreistur, men verður síðan nógv djúpri. Eg fari ikki at avdúka nakað, men tað er ein genial søga, sum hevur nógvar yvirraskilsir. Endin er fantastiskur, kreativur og rørandi. Samstundis eru persónarnir sera dámligir og stuttligir. Øll hava serstakar persónleikar og okkurt stuttligt at siga – dialogurin er sera stuttligur. Mín yndispersónur er Lego Batman. Hann er ein sera góð parodi av Batman og sigur altíð okkurt stuttligt – óivað tann stuttligasti persónurin.

Skemtið er tað besta í filminum. Fleiri senur hava eina rúgvu av jokes, sum man ikki uppdagar fyrstu ferð. Filmurin ger gjøldur burtur úr fleiri kliché’um. Ofta tá ið ein kliché kemur fram, so siga persónarnir okkurt stuttligt um tað. Animatiónin er fantastisk og detaljerað. Allur heimurin er gjørdur úr Lego og tað er ótrúliga flott gjørt. Tempoið er skjótt og actionsenurnar eru fantastiskar. Tað er undirhaldandi at síggja persónarnir byggja ting skjótt – mitt í eini jagtsenu.

Røddirnar eru sera góðar, m.a. Chris Pratt, Will Ferrell, Morgan Freeman, Will Arnett sum Lego Batman, og Liam Neeson í einum skemtiligum leikluti sum Good Cop og Bad Cop. "The Lego Movie" er ein fantastiskur, kreativur, flottur, undirhaldandi og sera stuttligur teknifilmur. Søgan er sera kreativ og skemtið er minniligt – ein av bestu skemtifilmunum í nýggari tíð. Mær dámar eisini væl temasangin, "Everything Is Awesome", sum satt at siga varð tilnevndur til eina Oscar heiðursløn.

4,5 / 5 stjørnur

Leikstjórar: Phil Lord, Christopher Miller 
Leikarar: Chris Pratt, Will Ferrell, Elizabeth Banks, Will Arnett, Nick Offerman, Alison Brie, Charlie Day, Liam Neeson, Morgan Freeman 
Ár: 2014


No comments:

Post a Comment