Av øllum sjónleikarum, sum vanligt spæla í actionfilmum, so er Dwayne Johnson – eisini nevndur The Rock – ein av teimum, sum mær dámar best. Hann er sera dámligur og undirhaldandi í m.a. "Fast and Furious" røðini. Men hvat hendir, um man koyrir hann í ein actionskemtifilm saman við skemtaranum Kevin Hart?
Cal Joyner (Kevin Hart) var tann best umtókti næmingurin á miðnámsskúlanum, meðan Bob Stone (Dwayne Johnson) var tjúkkur, illa umtóktur og varð altíð happaður. Fleiri ár seinni hittast teir aftur. Nú er Bob vøddamikil og ynskir at vera vinur hansara. Cal sigur ja, men verður síðan av óvart blandaður upp í hansara arbeiði sum njósnari – tað visti hann ikki av frammanundan.
Cal Joyner (Kevin Hart) var tann best umtókti næmingurin á miðnámsskúlanum, meðan Bob Stone (Dwayne Johnson) var tjúkkur, illa umtóktur og varð altíð happaður. Fleiri ár seinni hittast teir aftur. Nú er Bob vøddamikil og ynskir at vera vinur hansara. Cal sigur ja, men verður síðan av óvart blandaður upp í hansara arbeiði sum njósnari – tað visti hann ikki av frammanundan.
Hesin filmurin gevur Kevin Hart og
Dwayne Johnson leiklutir, sum eru eitt sindur øðrvísi enn vanligt. Man væntar,
at Kevin fer at vera tann fjasuti og Dwayne tann álvarsami, men satt at siga er tað umvent. Dwayne Johnson er ein actionhetja, sum eisini er stuttligur
og eitt sindur býttur, meðan Kevin Hart er tann klóki, sum eisini er eitt
sindur skemtiligur. Tá ið teir báðir spæla saman, er Dwayne Johnson tann býtti
og Kevin Hart tann álvarsami. Tað er bæði óvæntað og ein av orsøkunum til, at hetta er ein
væleydnaður skemtifilmur.
"Central Intelligence" er ein sera
stuttligur og undirhaldandi filmur. Kevin Hart og Dwayne Johnson spæla sera væl
saman. Tað er undirhaldandi bara at lurta eftir teirra samrøðum. Dwayne Johnson
er tann besti parturin av filminum. Mær dámdi hann frammanundan sum
sjónleikara, men nú hevur hann prógvað, at hann kann vera stuttligur. Hann er
sera stuttligur, dámligur og undirhaldandi. Hetta er ein hansara bestu
framførslum – og tað er skemtiligur leiklutur. Kevin Hart er eisini góður,
stuttligur og dámligur. Allar framførslurnar eru góðar.
Mær dámdi eisini væl søguna. Tað er
ein krimisøga, sum hevur nógvar yvirraskilsir. Tað riggar væl, at man sær
alt frá sjónarhorninum hjá Kevin Hart. Man verður ørkymlaður og veit ikki,
hvussu alt hongur saman. Søgan hevur eisini ein viðkomandi boðskap um happing og
hvussu álvarsamt tað er. Actionsenurnar eru undirhaldandi og væl
leikstjórnaðar. Endin á filminum er góður, men sera kliché. Tað er ein
kritikkur, sum eg má nevna. Annars er hetta samanumtikið ein sera stuttligur og
undirhaldandi actionfilmur við eini sera stuttligari framførslu frá Dwayne
Johnson.
4 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Rawson Marshall Thurber
No comments:
Post a Comment