Tuesday, July 5, 2016

The Nice Guys

Shane Black er leikstjórin handan "Iron Man 3" og "Kiss Kiss Bang Bang" – ein stuttligur og undirhaldandi krimiskemtifilmur við Robert Downey Jr. og Val Kilmer. "The Nice Guys" er tann triði filmurin, sum hann hevur leikstjórnað. Hann er annars meira kendur sum rithøvundur av fleiri filmum, sum t.d. "Lethal Weapon".

"The Nice Guys" er um Jackson Healy (Russell Crowe) og detektivin Holland March (Ryan Gosling), sum royna at loysa gátuna um eina sjónleikarinnu, sum er horvin. Hetta er ein krimiskemtifilmur, sum fer fram í Los Angeles í 1970’unum. Tað var tíðarskeiðið, tá ið pornofilmar høvdu ein stóran leiklut í Hollywood, og tað er partur av søguni í "The Nice Guys". Høvuðspersónarnir granska eitt mál um eina sjónleikarinnu, sum spældi í slíkum filmum. "The Nice Guys" klárar væl at endurskapa umhvørvið í 70’unum – kulissur, búnarnir og tílíkt. Tað er flott gjørt og sannførandi.

Hetta er ein sera góður, undirhaldandi og stuttligur filmur. Tað er ein sera væleydnað samanseting av krimi og skemt. Fyrst og fremst hevur hann eina fangandi og óforútsiguliga detektivsøgu, sum hevur fleiri yvirraskilsir. Hetta er eisini ein sera stuttligur filmur. Skemtið er sera gott og óforútsiguligt. Høvuðsleikararnir, Russell Crowe og Ryan Gosling, spæla sera væl saman. Teir geva skemtiligar framførslur, sum eru óvanligir leiklutir hjá teimum, og báðir duga væl – serliga Ryan Gosling, sum hevur prógvað, at hann kann vera stuttligur.

Dialogurin er sera góður og undirhaldandi. Samrøðurnar millum Russell Crowe og Ryan Gosling eru fangandi, væl skrivaðar og stuttligar. Anthony Bagarozzi og leikstjórin, Shane Black, hava skrivað eitt sera gott handrit, sum setir eina fangandi detektivsøgu saman við sera gott skemt og dialog. Søgan vísir eisini, hvussu børn í 1970'unum uppliva og verða ávirkað av einum vandamiklum umhvørvi, sum hevur fleiri brotsverk. Tað er ein áhugaverdur partur av søguni. Hetta er eisini ein voldligur filmur, sum inniheldur undirhaldandi actionsenur. Samanumtikið er hetta ein væleydnaður og sera stuttligur krimifilmur, sum riggar serliga orsakað av handritinum, sjónleikarunum og leikstjórnanini hjá Shane Black.

4,5 / 5 stjørnur

Leikstjóri: Shane Black
Leikarar: Russell Crowe, Ryan Gosling, Angourie Rice, Matt Bomer, Margaret Qualley, 
Murielle Telio, Keith David, Kim Basinger, Ty Simpkins, Hannibal Buress 
Ár: 2016

No comments:

Post a Comment