Wednesday, June 15, 2016

Warcraft: The Beginning

Filmatiseringar av telduspølum plaga sjáldan at eydnast og nú er tíðin komin til ein av heimsins kendastu røðum, "Warcraft". Felagið Blizzard hava lagt ætlanir um at gera film í fleiri ár og nú er tað endiliga vorðið veruleiki. Eg havi ikki spælt spølini, so eg veit lítið um tey. Filmurin er leikstjórnaður av Duncan Jones, sum eisini hevur gjørt "Moon" og "Source Code".

"Warcraft: The Beginning" fer fram í einum fantasiheimi, sum inniheldur ein bardaga millum menniskju og orkar. Eg havi prátað við fleiri fjepparar av spølunum og øll dámdu filmin. Hetta sigst at vera ein sera góð og væleydnað filmatisering. Hann er serliga gjørdur til fjepparar, so eg eri ikki partur av málbólkinum. Fyri meg persónliga er hetta ein hampuliga góður filmur. Hann er ikki fantastiskur, men gott undirhald.

Filmurin er sera flott gjørdur. Hann er gjørdur úr nógvum teldugjørdum effektum, men tað er væleydnað. Tað virkar sum um, at man verður tikin inn í ein annan heim. Actionsenurnar eru undirhaldandi og eg uppdagaði, at ljóðeffektirnar vóru serstakliga góðar. Tá ið orkarnir boksa hvønn annan, ljóðar bresturin harðligur og sannførandi.

Filmurin er eisini rættiliga stuttligur. Skemtið er gott. Mín størsti kritikkur er, at søgan er ikki sera fangandi í fyrru helvtini. Tað virkaði sum um, at har var eingin spennandi handling. Persónar práta og kjakast, summar actionsenur fara fram, men har er ein eingin spennandi konflikt. Í seinnu helvtini gjørdist filmurin góður og undirhaldandi. Tá fekk søgan eina konflikt, og stríðið millum menniskjuni og orkarnir gjørdist meira spennandi.

Høvuðsorsøkin til, at hetta ikki er ein fantastiskur filmur, er, at søgan er ikki nakað serligt og persónarnir eru bert hampuliga góðir. Søgan er góð í seinnu helvtini, men í fyrru helvtini er hon langdrigin og torfør at skilja. Hinvegin dámdi mær væl, at hon vísti báðar síðurnar av stríðnum millum menniskju og orkar. Mín yndispersónur er satt at siga orkurin Durotan. Hann er sera dámligur og orkarnir eru meira áhugaverdir enn menniskjuni.

"Warcraft: The Beginning" er ein góður og undirhaldandi filmur, sum er serliga gjørdur til fjepparar. Um man kennir spølini væl, so fer man at uppdaga fleiri smálutir og møguliga dáma filmin frá byrjan til enda. Fyri meg persónliga gjørdist hann undirhaldandi í seinnu helvtini. Actionsenurnar eru sera góðar, effektirnar eru flottar, framførslurnar eru góðar og tað er undirhaldandi at síggja gandirnir, sum eru kreativir og flott gjørdir.

3 / 5 stjørnur

Leikstjóri: Duncan Jones
Leikarar: Travis Fimmel, Paula Patton, Ben Foster, Dominic Cooper, Toby Kebbell, 
Ben Schnetzer, Robert Kazinsky, Daniel Wu 
Ár: 2016


No comments:

Post a Comment