Saturday, November 23, 2019

Jojo Rabbit - Weekend 2019

Taika Waititi hevur leikstjórnað filmar sum t.d. "Hunt for the Wilderpeople" og "Thor: Ragnarok". Hann er eyðkendur fyri at vera skemtiligur og nú hevur hann gjørt ein satiriskan skemtifilm um nasistar. Filmurin eitur "Jojo Rabbit" og eg sá hann í síðstu viku á filmfestivalinum Weekend 2019 í Keypmannahavn. Søgan fer fram í Týsklandi undir seinna heimsbardaga og vit fylgja einum ungum drongi, Johannes "Jojo" Betzler (Roman Griffin Davis), sum upplærist sum nasist í Hitlerjugend. Hann hevur Adolf Hitler (Taika Waititi) sum ein ósjónligan fantasivin. Ein dagin uppdagar hann, at mamma hansara goymir eina jødiska gentu (Thomasin McKenzie) uppi á loftinum.

Saturday, November 16, 2019

Terminator: Dark Fate

James Cameron leikstjórnaði Terminator 1 og 2, men hevði síðan einki við hinir filmarnir at gera. Eg haldi framvegis, at tveyarin er tann besti í røðini og eingin annar kemur upp á sama støðið. Eg minnist, hvussu skuffandi og frustrerandi tað var, at hyggja eftir Terminator Genisys í biografinum. Nú er James Cameron komin aftur sum framleiðari og leikstjórin er Tim Miller, sum er kendur fyri "Deadpool". "Terminator: Dark Fate" er sætti filmurin í røðini, men ein beinleiðis eftirfylgjari til tveyarin og ignorerar nummar 3, 4 og 5. Sarah Connor (Linda Hamilton) og ein cyborg frá framtíðini, Grace (Mackenzie Davis), mugu verja eina gentu (Natalie Reyes) frá einum óndum Terminator (Gabriel Luna).