Eg ætli mær skjótt at hyggja eftir "Terminator Genisys", sum gongur í
biografinum – tann fimti "Terminator"-filmurin. Fyri nøkrum árum síðan ummælti
eg fyrsta og næsta filmin í røðini, so eg havi gjørt av, at skriva stutt ummæli
av trýaranum og fýraranum.
Søgan fer fram fleiri ár eftir hendingarnar í tveyaranum. John Connor
(Nick Stahl) er nú ein eldri tannáringur. Hann kemur enn einaferð í vanda, tí
ein vandamikil Terminator – við navninum
T-X (Kristanna Loken) – frá framtíðini er komin fyri at drepa hann og onnur, sum fara at arbeiða saman við honum í framtíðini. Samstundis er ein annar Terminator (Arnold Schwarzenegger) komin frá framtíðini til at verja hann og eina gentu, Kate Brewster (Claire Danes), sum eisini er týdningarmikil.
T-X (Kristanna Loken) – frá framtíðini er komin fyri at drepa hann og onnur, sum fara at arbeiða saman við honum í framtíðini. Samstundis er ein annar Terminator (Arnold Schwarzenegger) komin frá framtíðini til at verja hann og eina gentu, Kate Brewster (Claire Danes), sum eisini er týdningarmikil.
Hetta er stutt sagt tann sama handlingin sum í tveyaranum. Arnold
Schwarzenegger spælir ein Terminator, sum skal verja John Connor frá einum
øðrum Terminator. "Terminator 2" er ein av mínum yndisfilmum. Trýarin tekur ta
somu handlingina og gjøgnumførir tað illa. Hetta er ein sera vánaligur
actionfilmur. Ein av teimum vánaligastu eftirfylgjarunum, sum eg havi sæð.
Søgan er vánalig og tunn. Hon er næstan bara ein lang jagtsena, sum
minnir um eina parodi av "Terminator". Høvuðspersónarnir ferðast frá punkt A
til punkt B, og søgan hevur ikki nógv meira at bjóða. Klimaksið er sera
stutt, skuffandi og ókreativt. Tað føldist sum ein tilvildarlig, stutt
actionsena, sum kundi hent mitt í filminum – eitt stórt anti-klimaks. Tann einasti
týdningarmikli parturin av søguni er endin, sum eg sjálvandi ikki fari at
avdúka. Restin er meiningsleys og óneyðug.
Framførslurnar eru hampuliga góðar – burtursæð frá Kristinna Loken, sum gevur
eina óinteressanta og gloymandi framførslu sum skurkurin – men persónarnir, sum
leikararnir spæla, eru ódámligir. Terminator er hesuferð bara ófólkaligur og
óreinur. Eg veit væl, at hann er ein maskina og uppførdi seg soleiðis í tveyaranum,
men tá var hann eisini dámligur, hevði gott samanspæl við hini og royndi at gera
góðar gerðir – í eittaranum var hann skurkurin, so hann átti at vera ódámligur.
Nú er hann harðligur við hinir høvuðspersónarnir og hevur næstan einki forhold við
tey. John Connor er skilagóður, men óinteressantur og neyðarsligur. Kate Brewster grenjar
nógv í byrjanini og er óinteressant. Forholdið millum hana og John
Connor er sera illa gjøgnumført og ikki sannførandi.
Actionsenurnar hava nakrar hampuligar løtur, men eru samanumtikið
vánaligar, gloymandi og óruddiligar. Einaferð berjast Terminator og T-X í einum
almennum vesi, har tey bróta vesikummur sundur. Tað er ov fjasut til ein
spennandi bardaga. Skurkurin er vánaligur og gloymandi – kann als ikki
samanberast við eittarin og tveyarin. Eg haldi, at av teimum fyrstu fýra filmunum í røðini, so er "Terminator 3: Rise of the
Machines" tann vánaligasti. Summi dáma trýarin betri enn
fýrarin, men eg eri ósamdur. Í trýaranum gjørdist Terminator – ein av teimum bestu
leiklutunum hjá Arnold Schwarzenegger – ein ódámligur høvuðspersónur.
Tað er sera skuffandi.
Tað er sera skuffandi.
1,5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Jonathan Mostow
Leikarar: Arnold Schwarzenegger, Nick Stahl, Kristinna Loken, Claire
Danes,
David Andrews
Ár: 2003
David Andrews
Ár: 2003
No comments:
Post a Comment